Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðlýsið á nýggjum portali

Dávur Winther

15 min. eftir at borgarstjórin, Jógvan Skorheim hevði trýst á knøttin, sum lat nýggju heimasíðuna hjá Norðlýsinum upp, høvdu meir 500 vitjanir verið inni og hugt at nýggja portalinum.

15 min. eftir at borgarstjórin, Jógvan Skorheim hevði trýst á knøttin, sum lat nýggju heimasíðuna hjá Norðlýsinum upp, høvdu meir 500 vitjanir verið inni og hugt at nýggja portalinum.

Norðlýsið hevur nógv flestu vitjanir sum privatur heimasíðumiðil – sambært Gallup, eini 60.000 vitjanir um vikuna. Norðlýsið hevur nógv viðskiftafólk og gevur eisini eitt blað út um vikuna.

Trý fólk starvast dagliga á Norðlýsinum, ið hevur valt eina Norðoya-loysn saman við Kanssum sum veitara av nýggju heimasíðuni. Eisini eru onnur fólk, sum skriva fyri Norðlýsið og fyritøkan Grafia hjálpir til við ymskum grafiskum uppgávum.

Í morgun kl. 11 var ein lítil móttøka á Norðlýsinum, har blaðstjórin, John William Joensen segði nøkur orð um virksemið á Norðlýsinum. Borgarstjórin fegnaðist eisini í stuttari røðu um henda miðilin, sum ber tíðindi úr nærumhvørvinum og annars hevur eyga við, hvat fyri ferst.

Borgarstjórin vísti á, at Norðlýsið hevði eina drúgva og viðkomandi søgu at siga frá, sum byrjar í 1915 – Hann ynskti góða eydnu og trýsti á knøttin, sum lat nýggju heimasíðuna upp.