Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kim Larsen spælir á Summarfestivalinum 2013

Jákup Ósá

Kanska størsta popp navnið í Danmark nakrantíð spælir á Summarfestivalinum 2013, kunngjørdu fyrireikararnir fyri løtu síðani.

Kanska størsta popp navnið í Danmark nakrantíð spælir á Summarfestivalinum 2013, kunngjørdu fyrireikararnir í dag í sending á Rás 2.

Í august mána verður mest sannlíkt møguleiki at hoyra hansara kendu sangir sum Jutlandia, Rita, This is my life, Midt om natten, Om lidt blir her stille, Sømand ombord, Hvad gør vi lille du?, Kvinde min, Tarzan Mama Mia, Susan Himmelblå, De smukke unge mennesker o.s.v. So talan er um ein persón, ið hevur verið partur av eini rúgvu av hittum og passar tí væl inn í konseptið hjá Summarfestivalinum.

Meir um eitt av høvuðsnøvnunum seinni. Niðanfyri síggja vit nakrar av hansara kendu sangum.