Í kvøld verður tunnusláttur og føroyskur dansur norðuri í Viðareiðis Skúla. Tað eru vaksin og ung, við áhuga fyri føroyskum dansi, ið orna fyri. Tvær tunnur verða slignar, ein til yngri og ein til eldri børn. Síðani verður kvøtt.

Tiltakið hevur ikki á hvørjum árið sama bústað. Tað skiftir í millum Húsar, Klaksvík og Viðareiði. Hetta hevur verið fastur táttur í nøkur ár eftir hondini.
Tiltakið byrjar klokkan 18.30 við einum nátturðabita. Fyri at dekka útreiðslurnar nøkulunda kostar tiltakið tjúgu krónur. Men eingin verður tó vendur í hurðini.
Hvør veit um Norðlýsið kanska fær nakrar myndir frá tiltakinum í kvøld. Livst so spyrst!