Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú tann stundin koma má

Gerhard Lognberg

Soleiðis byrjar Eidesgaard grein, sum ein av avminstraðu vísmonnunum í tí politiska nærumhvørvinum, men hann hevur rætt til meiningar.

Soleiðis byrjar Eidesgaard grein, sum ein av avminstraðu vísmonnunum í tí politiska nærumhvørvinum, men hann hevur rætt til meiningar.

Tað er ikki langtsíðan tú sat til borðs við tjóðveldinum, eftir at eg var minstraður av skútini og Kári P. Højgaard stóð klárur at sessast í títt selskap.

Men tá valdi tann Reyði blokurin ímillum teg og Høgna, at klandrast um læst kontórir í tinganesi, tá tveitti tú, sum tað ljóðar nú, tað betri reyðu helvtina á dyr, tað dámdi mær væl.

Hvønn tók tú inn í staðin? Jú, tú vildi hava eina Reyð-bláa stjórn.


Lat vera

nú at ávirka okkara oddamann Aksel Johannesen, tí eg haldi at hann hevur betur tak á flokkinum, enn tit nakrantíð høvdu.

Tjóðveldið skal ongantíð verða mín vegvísari, tað er greið tala, tí teir hava einki at bjóða, uttan niðurskurð av okkara ríkisveiting og einki at seta ístaðin.

Annars lesi eg uppi í høgru síðu í Sosialinum, har tit hava eina “Skakk Nielsen” uppgávu fyri “Eirik”, við áhuga.

Eg hugsaði ikki at Aksel var typan, sum fór at leggja planir, uttan at tingmanningin er við.

Men eg má við sorgblídni ásanna, at hann heldur vil lurta eftir teimum í flokkinum, sum ikki stillaðu upp ella vóru valdir út.

Stavnamaður okkara Aksel Johannesen var í Rás2 og úttalaði seg um, hvønn javnaðarflokkurin kundi samstarva við, tað metti eg taktiskt skeivt, tí undir samgongusamráðingum hava flokkar møguleika, at fáa part av tí politikki ein ynskir, ella at takka fyri seg og fara úr forhandlingunum.

Atli mær ikki at kasta meg fyri føturnar á formanninum og biða umskylda, at eg eri til.

Hóast at eg haldi nógv av formanninum Aksel Johannesen, so haldi eg, tað vera grundleggjandi skeivt at fara út við slíkum, uttan at kunna tingmanningina.

Skulu vit avskriva fólkaflokkin? Nei! tað skulu vit ikki, flatskatturin er komin miðal inntøkunum væl við. Javnaðarflokkurin skal kempa fyri, at tey lægstløntu eisini fáa lættar, annars hórar eingin undan, sum er partur av teimum á niðastu rókum. Og hvussu kunnu vit hjálpa teimum lægstløntu, jú við at vera við, har tingini henda.

Bjargingin er ikki tjóðveldið, hóast Aksel leggur upp til tað. Onkur hevur spurt meg, hvat dámar tær Høgna Hoydal, mítt svar er, hann er ein stásmaður.

Men politikkurin, mangan eg fari heim úr tinginum, at aftur undirgerðin frá Háfoss ekkoðar í høvdinum á mær, líka til vit eru komin um Halin í Hesti.


Um sendistovur, um at lækka blokk, tilfengisbúð, stjórnarskipan o.a.

Gloymur mann, at vit grunda á, at tjóveldið lækkaði blokkin, hava mist í reinum pengum 8 mia.

Peningur til 9 miðnámsskúlar í Marknagili, ella 10 Sandoyartunnlar.

Í dag hava vit einki ráð til. Hví? Tí ríkisveitingin bleiv skerd og einki kom ístaðin.

Hvønn hevur tað rækt, jú tann meiniga føroyingin.

So henda boðskapin, um at tjóveldið er okkara redningsplanki, nei og aftur nei.

Um tað eru teir gomlu figurarnir, sum eru ráðgevar enn, so lat teir minstra ordiliga av, tí eg minnist ikki, at teir vendu gongdini í flokkinum, so eingi ráð um ikki at verða so loysingahysteriskur.

Góði Aksel, lat tingmanningina vera so nøkunlunda samda áðrenn, so kraftigar meingar fara út, so vit í felag føra flokkin fram á leið.

Eidesgaard endar greinina: “Nú tann stundin komin má, at føroyskur politikkur tónar reint flagg – reytt ella blátt og einki harímillum.”

Vinarliga

Við javnaðarkvøðu

Gerhard Lognberg

løgtingsmaður

Harleywoodpaint