Við einum 4-0 sigri á Sandavági 2 legði Havnin seg á odda í 1. deild við 22,5 stigum, meðan Klaksvík 1 eitt sindur óvæntað tapti 0-4 fyri Sandavági 1, sum nú liggur á øðrum plássi, men við sama stigatali sum Havnin.
Við einum 4-0 sigri á Sandavági 2 legði Havnin seg á odda í 1. deild við 22,5 stigum, meðan Klaksvík 1 eitt sindur óvæntað tapti 0-4 fyri Sandavági 1, sum nú liggur á øðrum plássi, men við sama stigatali sum Havnin.
Tað var ikki óvæntað, at besta liðið hjá Havnini skuldi vinna stórt á tí næstbesta hjá Sandavági, men hinvegin hevði ein helst væntað eitt sindur meira av oddaliðnum í Klaksvík enn ein 0-4 ósigur ímóti besta liðnum úr Sandavági.
Saman við Carl Eli Nolsøe Samuelsen mannaðu Torkil Nielsen og synir besta talvliðið hjá Sandavági, og tað skuldi vísa seg, at allir fýra fingu fult ímóti Ólavi Simonsen, Eyðuni Nolsøe, Finnbjørn Vang og Terja Petersen.
Við hesum úrslitinum fór Klaksvík 1 av oddasessinum niður á triðjapláss við 21 stigum.
Fremstir liggja nú havnarmenn, sum vunnu stórsigur 4-0 á Sandavági 2. Havnin hevur nú 22,5 stig.
Klaksvík 2 ætlar ikki at flyta niður
Klaksvíkar Talvfelag hevur tvey lið í bestu deildini, og hetta vikuskifitð gjørdi næstbesta liðið eitt gott hál við at vinna 2½-1½ á Vestmanna 1.
Við hesum sigrinum hálaði Klaksvík 2 seg eitt sindur upp frá aftasta plássi, sum gevur niðurflyting úr 1. deild.
Steintór Rasmussen mátti lúta fyri IM John Rødgaard á fyrsta borði, men á 2. og 3. borði vunnu ávíkavist Rani Nolsøe og Haldur Suni Johansen, meðan Tummas Martin Sólsker á 4. borði leikti javnt. Hetta gav samanlagt ein kærkomnan sigur til Klaksvík 2.
Støðan í 1. deild eftir 8 umfør:
1) Havnin 22,5 stig
2) Sandavágur 1 22,5 stig
3) Klaksvík 1 21,0 stig
4) Vestmanna 18,5 stig
5) Klaksvík 2 7,5 stig
6) Sandavágur 2 3,5 stig
Nú eru bert tvey umfør eftir at telva, har tað fyrra (9. umfar) verður 3. mars. Tá møtast Havnin 1 og Klaksvík 1 í oddadysti, ið sostatt kann gerast rættiliga avgerandi fyri dystin um FM-heitið í ár.
9. umfar – 3. mars 2013 kl. 14:00
Klaksvík 2 – Sandavágur 1
Vestmanna – Sandavágur 2
Havnin 1 – Klaksvík 1




