Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur lokalur bólkur fer á pall

Jákup Ósá

Quarter To Three er nýggjur bólkur í Klaksvík við royndum tónleikarum. Fríggjakvøldið fer bólkurin á pall í Spaniastovu í samband við Torradagar.

Quarter To Three er nýggjur bólkur í Klaksvík við royndum tónleikarum. Fríggjakvøldið fer bólkurin á pall í Spaniastovu í samband við Torradagar.

Quarter To Three er nýggjur bólkur úr Klaksvík. Hann er mannaður við Magna Husgaard, Dánjal Kjærbo, Jógvan Fróða Baldvinsson og Jens Paula Joensen. Teir spæla egin løg á føroyskum og enskum.

Bólkurin spælir fyrstu ferð alment nú fríggjakvøldið í sambandi við stóra tiltakið í Spaniastovu, har m.a. danski og vælumtókti rithøvundurin Sara Blædel hevur fyrilestur. Bólkurin fer á pall kl. 21.00. 


Niðanfyri sást fyrsti sangurin hjá bólkinum, ið er komin út alment. Við á hesum fyrsta lagi hava teir fingið Astu Højgaard, ið serliga er kend frá gentubólkinum Faroe 5, at syngja. Eisini er Herluf Lutzen við á guitar


Bólkurin hevur eisini eina facebook síðu. Hon er at finna á: https://www.facebook.com/pages/Quarter-To-Three/358872334212181