Øll okkara grannalond viðgera spurningin, um øll skulu á studentaskúla og síðan gerast akademikarar, so kemur samfelagið at mangla arbeiðsmegi.
Øll okkara grannalond viðgera spurningin, um øll skulu á studentaskúla og síðan gerast akademikarar, so kemur samfelagið at mangla arbeiðsmegi.
Tí seti eg hesar spurningar til Bjørn Kalsø : hvussu er støðan í Føroyum nú og 5-10 ár fram og hvat verður gjørt fyri at fyrireika okkum, so vit eru klár til framtíðina ?
Ítøkiliga síggja vit longu í dag, at verkætlanir, ið verða bodnar út, gerast dýrari tí okkum manglar yrkislærda arbeiðsmegi. Hvat ætlar landsstýri at gera við hetta ?
Støðan verður neyvan frægari, tá ið stórar verkætlanir, sum Marknagil verða bodnar út.
Tí havi eg sett hesar spurningar til landstýrismannin í mentamálum, Bjørn Kalsø hesar spurningar :
1) Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu prosentbýtið av ungdóminum, ið fara undir miðnám og yrkisútbúgving, er í dag?
2) Hevur landsstýrismaðurin nakra framrokning/meting um, hvussu hetta býtið fer at verða komandi 5-10 árini, havandi í huga at ungdómsárgangirnir eru minkandi?
3) Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu stórur partur av einum ungdómsárgangi ikki fer undir nakra útbúgving?
4) Metir landsstýrismaðurin, at lutfallið millum tey ungu, ið fara ávikavist undir eina gymnasiala útbúgving, og tey, ið fara undir yrkisútbúgving, er hóskandi, sæð úr einum samfelagsligum sjónarhorni?
5) Eru nakrar metingar av, um tørvurin á yrkislærdari arbeiðsmegi verður nøktaður í dag?
6) Eru metingar av, hvat tal av ungdómi, ið tekur yrkisútbúgving komandi 5-10 árini, í mun til tørvin á yrkislærdari arbeiðsmegi?
7) Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um átøk fyri at nøkta tørvin á yrkislærdari arbeiðsmegi í sambandi við komandi byggiverkætlanir?
Viðmerkingar:
Samstundis, sum ungdómsarbeiðsloysið er stórt í okkara grannalondum, verður spurningurin um, hvat fyri útbúgvingar ungdómurin ferð undir í mun til tørvin, ið samfelagið hevur, nógv umrøddur. Fleiri av okkara grannalondum viðgera nú, at vandi er fyri, at samfelagið kemur at mangla so nógva yrkislærda arbeiðsmegi komandi árini, at virkir verða noydd at flyta teirra framleiðslu til onnur lond.
Í Føroyum hoyrist javnan, at tað er trupult at fáa handverkarar. Orsøkin er helst tann, at ein stórur partur av hesum fakbólki arbeiðir uttanlands. Í næstum fara væntandi fleiri stórar byggiverkætlanir í gongd, eitt nú skúladepilin í Marknagili. Talan er um verkætlanir, ið krevja nógva faklærda arbeiðsmegi. Seinastu útbjóðingarnar hava eisini víst, at prísstøðið er munandi hækkað, grundað á vantandi arbeiðsmegi við handverksligum førleika.
Hyggja vit nøkur ár fram, so er gongdin, at árgangirnir eru minkandi. Higartil hevur rákið verið, at alsamt fleiri ung fara undir gymnasialar útbúgvingar. Heldur hetta rák fram, so kemur talið av ungum í yrkisútbúgving at minka.
Talið av ungum, ið fara undir yrkisútbúgving í Danmark, er seinastu 10 árini lækkað úr 30 % av einum ungdómsárgangi niður í góð 20 %. Í hinum endanum verður mett, at fimti hvør ungdómur, ið kemur úr fólkaskúlanum, ikki hevur førleikar at megna eina ungdómsútbúgving. Her heima vísa Pisa kanningarnar, at meira enn triði hvør næmingur ( 35,8 %) av okkara ungdómi ikki hevur nóg góðan lesiførleika í mun til tey krøv, sum verða sett á miðnámsútbúgving ella í flestu størvum.
Um okkara útbúgvingarskipan skal vera við til at nøkta eftirspurningin eftir arbeiðsmegi í framtíðini, er neyðugt at kanna gongdina longu nú.
Hóast vit enn hava eitt ávíst arbeiðsloysi, so er føroyski búskapurin soleiðis háttaður, at vend kann koma í sera brádliga. Fyri at brynja okkum til framtíðina, mugu vit kenna, hvat ið liggur fyri framman og, um til ber, gera átøk, ið kunnu vera við til at stuðla undir, at gongdin er rætta vegin.
Tí er tað áhugavert at fáa at vita, um landsstýrismaðurin hevur tílíkar framskrivingar. Ikki minni áhugavert er at fáa at vita, hvørjar tankar og ætlanir landsstýrismaðurin hevur hesum viðvíkjandi. Fyri at fáa lýst henda spurningin við atliti til møguligar avleiðingar fyri føroyska arbeiðsmarknaðin verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 13. februar 2013
Eyðgunn Samuelsen




