22. februar koma skótar saman kring allan heimin at hugsa um skótabrøður og systrar, og at minna hvønn annan á, at allir skótar í øllum londum eru vinir, uttan mun til húðarlit, átrúnað ella mentan. Vit minnast stovnaran av skótunum Robert Baden-Powell og konu hansara Olave Baden Powell, sum bæði høvdu føðingardag 22. februar.

Í Føroyum halda vit hugsunardagin við skótaguðstænastum kring landið, har skótar eru. Ofta verður eisini skipað fyri tiltaki aftaná, har skótarnir hugna sær saman.
Á enskum verður skótadagurin nevndur “Thinking Day” ella “World Friendship Day”. Upprunaliga var hugsunardagurin ein gentuskótadagur burturav, men síðani seinna heimsbardaga hava allir skótar, gentur og dreingir hildið hendan dag, sum ein altjóða skótadag.
Tað eru meira enn 100 ár liðin síðan stovnanina av skótunum og nógv er broytt. Tó er grundleggjandi hugsjónin hin sama: at menna einstaka skótan á øllum økjum, likamliga, samfelagsliga og andaliga.
Eitt av grundsjónarmiðunum er, at børn menna seg, tá ið teimum verður víst álit, og tá ið tey fáa avbjóðingar, har tey sleppa at royna seg í skótakynstrum. Reglurnar, sum skótar kring allan heimin arbeiða eftir, standa í skótalógini og skótalyftinum.
Skótarørslan er ein rørsla, sum má flyta seg fyri at fylgja við tíðini. Hetta er ein avbjóðing, sum kann verða ógvuliga spennandi, og sum verður møtt á ymiskan hátt. Í Leirvík verða t.d. allir skótar bidnir um at hava fartelefon við í kirkju, tí hon skal nýtast undir guðstænastuni.
Guðstænasturnar eru almennar og skótarnir vilja fegnir bjóða foreldrum o.ø at taka lut og soleiðis stuðla børnunum í at vera virkin í skótaarbeiðinum.