Hanus Sørensen, skipari á Smaragd sigur, at tað vísti seg at vera nógvur upsi til hendan túrin, og at upsin var væl fyri.
Hetta er besta upsatíð, sigur Hanus Sørensen, skipari á Smaragd. Tað hevur ikki verið nógv at fingið í byrjanini av árinum, men hendan túrin gekk rættuliga væl. Eftir bert 10 døgum hava vit og Safir, sum samrtolar við okkum 260.000 pund av góðum og stórum upsa.
Men sjálvandi, hetta er besta tíð, og fiskiskapurin skuldi helst hildið sær í mars eisini. Apríl mánaði hevur ikki altíð verið so góður, men í fjør gjørdu vit fleiri góðar túrar í juni og juli.
Vit hava roynt mest á Sandoyarbankanum og Nólsoyarbankanum, tó hava vit verið inn ímóti kassanum við holið, men mest á Nólsoyarbankanum og Sandoyarbankanum. Veðrið hevur verið stak gott allan túrin.
Tá vit spyrja um prísin, sigur Hanus Sørensen, at prísurin á upsanum er í lagi. Fyri árum síðani fekst tú ikki meira enn 4-6 krónur fyri kilo, men nú liggur hann og svingar um 8-10 krónur fyri kilo, so vit kunnu ikki klaga um prísin, segði Hanus Sørensen at enda.




