Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Støðan hjá Dánial er óbroytt eftir ógvusligt ferðsluóhapp

John William Joensen

Leygardagin koyrdi 19 ára gamli Dánial Bertholdsen út av vegnum við saltnes og hevur síðani ligið uttan vit. Tá vit tosaðu við mammu Dánial, Diana Bertholdsen, fyri løtu síðan av serdeild á sjúkrahúsinum í Århus, segði hon at støðan var stabil.

Leygardagin koyrdi 19 ára gamli Dánial Bertholdsen út av vegnum við Saltnes og hevur síðani ligið uttan vit. Tá vit tosaðu við mammu Dánial, Diana Bertholdsen, fyri løtu síðan av serdeild á sjúkrahúsinum í Århus, segði hon at støðan var óbroytt.

Diana Bertholdsen, sum er mamma til 19 ára gamla Dánial Bertholdsen sum liggur í djúpum svøvni á sjúkrahúsið í Århus, skrivaði soleiðis í heilsan á facebook mánadagin:

fleiri skriva og spyrja til Dánial, so eg havi valt at skriva hvussu gongur hjá honum 🙂

Dánial var í tí forferdiligu støðu í gjár, at hann kom út fyri eini ferðsluvanlukku, hann koyrdi útav einum vegi og endaði á sjónum, heldivís vóru fólk har og kundu hjálpa honum. Hann var einsamallur í bilinum. Skaðin er stórur, hann fekk ógvusligan snuddí høvdi og mátti seymast, hann hevur smáar bløðingar á heilanum. Í dag hevur hann fingið operera eitt dren inn í heilan sum er hovin, og teir siga at tað nokk verður verri aðrenn tað verður gott. Vit fingu eisini at vita at lunguni sum høvdu nógv vatn í sær, eisini fóru at versna, men tað sum hent er, er at tað er mest sum blivi fríkst 🙂 bønirnar hava hjálpt 🙂 vónandi verður tað líka við heilanum, tað biða vit fyri 🙂
Annars hevur hann veri stabilur síðani í gjár, og tølini eru øll góð/hampulig. Tey vilje at hann skal sova, so tað ganga nokk nakrar dagar aðrenn vit vita hvussu umfatandi skaðin er, men á LS bevegaði hann armarnar og í flogfarinum hevði hann hosta, ta siga tey er eitt sindur positivt 🙂
Vit eru niðri í Aarhus. Hjartans takk fyri bønir og tankar.
Sum tey plaga at siga, tankarnir lekja, so hugsi positivt :)”

Vil rætta misskiljingar

Mamma Danial sigur við Norðlýsið at orsøkin til at tey hava valt at gera viðmerking er at eftir vanlukkuna eru at so nógvir misvísandi upplýsandi komnir fram millum folk um vanlukkuna.

– Vit hava tosað við mannin sum sá tað sum hendi og eisini var fyrstur at fáa Dánial úr bilinum. Tá tað verður sagt at Dánial koyrdi púra ørt er tað ikki rætt, tí sambært manninum er loyvt at koyra 80 km/t á strekkinum har vanlukkan hendi. Hann metir sjálvur at Dánial hevur koyrt um 80 km/t, men at útsýnið er soleiðis at hann ikki hevur havt møguleika til at reagera fyrr enn í seinastu løtu. Tað sum hendir er at maðurin var við at koyrdi út á vegin, tá Dánial kemur koyrandi. Hann sær hvussu Dánial snarar bilinum bráddliga fyri at sleppa undan og endar við at koyra upp eftir einari autoverju beinleiðis á sjógv. Hann beit merki í at Dánial ongantíð trýsti á bremsurnar – fyrr enn hann endaði á sjónum.

Liggur í djúpum svøvni

Læknarnir síggja á myndum at hann hevur fingið skaða í ein geiðsla, men fyrr enn teir vita við vissu hvussu umfatandi skaðin er fara teir ikki at vakja hann.

Teir siga fyri okkum at støðan er stabil og tí vóna vit tað besta.

Diana og maðurin, Niels, eru saman við familju á sjúkrahúsinum í Århus har tey hava fingið eini hús til láns frá vinfólkum og tey lata øll heilsa heim og takka fyri forbønir.