Stig Elttør skoraði eitt tað flottasta málið í føroyskumfótbólti nakrantíð í 1991, tá hann rann og driblaði størsta partin av HB liðinum av. – Eg veit ikki hví, eg fór handan túrin og ikkispældi bóltin, sigur hann 22 ár seinni.
Tað var í dysti í 1991, at KÍ í 13. Umfari skuldi til Havnarat spæla móti HB. HB liðið var meistari árið fyri og taldi leikarar sum Kaj LeoJohannesen, Grímur Vang, Sámal Erik hentze, Jan Dam, Bogi Dam, Gunnar Mohr ogUna Arge. KÍ stríddist um FM heitið saman við B36, meðan HB hevði tað meiratrupult og lá nakað aftanfyri.
Ótrúligt mál
Málið, ið sæst niðanfyri, verður av Leivi Hansen ísjónvarpssendingini sagt at vera flottasta málið í Gundadali hetta árið. Tað erneyvan ov nógv sagt og enn tann dag í dag má hetta metast sum eitt tað bestamálið í føroyskum fótbólti nakrantíð. At ein “sweepari” ger ein slíkan túr fráat vera aftasti maður og síðani at reka og dribla framvið øllum miðvøllinumfyri síðani at skorað er púra óvanligt.
Men hvat minnist so høvuðspersónurin sjálvur frá hendingini.
– – Eg minnist hatta væl. Eg havi eisini sæðmálið síðani, tí onkur legði okkurt brot út fyri umleið einum ári síðani. Hattavar ein týðandi dystur hjá okkum. Kurt Mørkøre var vanliga sweepari ellaaftasti maður, men gekk í skúla niðri uttanfyri Føroyar og kom ikki heim tilhandan dystin. Tí spældi eg, sum annars var eykamaður og spældir nakrar dystiurá ymiskum plássum. Men eg minnist, at vit vóru aftanfyri 2-1 móti einum góðumHB liði. So taki eg handan túrin, har Gunnar Mohr, Jan Dam og Grímur Vang ermillum teir, ið liggja eftirá. Eg veit ikki, hví eg ikki spældi bóltin, tí slíktrekk vóru ikki míni vørumerkir. Tað kendu vit meira Toda fyri um hasa tíðina.Eg minnist Harley rópti í høgru síðu um at fáa meg at spæla bóltin, sigur StigElttør.
Stig spældi bara hetta eina árið og sama ár bleiv KÍ FMvinnari.
– – Jú hatta málið var so avgjørt mítt hæddarpunkt ífótbóltssøguni hjá mær. Eg fór av landinum árið eftir og spældi ongantíð afturí bestu deildini. At vinna FM var eisini stuttligt við so ungum liði. Har máttuvit eisini takka sama Kaj Leo Johannesen, ið stóð ein sera góðan dyst móti b36í seinasta leikumfarinum, sum gjørdi, at B36 ikki vann og vit av tí sama vunnuFM, hóast vit taptu í seina dystinum í Gøtu. Annars minnist eg, at Kurt segðivið meg, at tað var ótrúligt at hann hevði skotið so nógv mál, men einki avteimum hevði fingið nærhendis so nógva umtalu sum mítt mál, sigur Stig Elttør.
Hann leggur afturat, at hann neyvan hevði klárað atendurtikið slíkan túr seinni. Nú 22 ár seinni heldur hann, at tað er truplarihjá verjuleikarum at gera slíkt, tíð miðvøllurin sum oftast stendur sera “kompakt”.
Seinni er ætlanin at fáa hetta og onnur gomul minnulig KÍ brot út á Norðlýsið í betri dygd. Best er at brúka Google Crome til Norðlýsið.




