Startur og mál fyri boðrenningina í ár verða við SMS, men størsti parturin av teininum, sum skal rennast, gongur ígjøgnum viðarlundina.
Startur og mál fyri boðrenningina í ár verða við SMS, men størsti parturin av teininum, sum skal rennast, gongur ígjøgnum viðarlundina. 1. mai er seinasta freist at melda til boðrenningina, sum Bragdið, SMS og Sportigan skipa fyri. Tilmeldingin fer fram á www.bragdid.fo.
Fyritøkur og virkir kunnu melda trý starvsfólk til á hvørjum liði. Kappast verður í fýra ymiskum bólkum. Á renningardegnum 18. mai byrjar skráin við horntónleiki kl. 15.45, og dagurin endar við “afterparty” á Hotel Føroyum kl. 19.30.




