Ársúrslitið fyri 2012 er ein vinningur á 108 t.kr, samanborið við eitt hall í 2011 á 1.075 t. kr.
Ársúrslitið fyri 2012 er ein vinningur á 108 t.kr, samanborið við eitt hall í 2011 á 1.075 t. kr.
Úrslitið er betra við 1.183 t. kr.
Úrslitið er merkt av stórum niðurskrivingum. Tær eru øktar úr 4.956 t. kr í 2011 til 6.131 t.
kr í 2012. Niðurskrivingarnar vóru 1,3 % av sparikassans samlaðu útlánum. Hetta kan sammetast við eini miðal niðurskriving millum teir smáu bankanar í ”Lokale Pengeinstitutter”, ið var 2,3 % fyri 2012
Netto rentu- og ómaksgjøldini lækkaðu við 274 tús. kr. úr 29.191 t. kr. til 28.917 t. kr. í 2012.
Hetta er ein lækking uppá 0,9 %.
Sparikassin staðfesti eisini í 2012 eitt minni kurstap á 338 t. kr, í mun til eitt kurstap á 640 t. kr. í 2011. Hetta er ein betran við 302 t. kr.
Sparikassin avskrivaði 1.212 t. kr. uppá fastar ognir, maskinur og innbúgv í mun til 2.922 t. kr. í 2011. Tó framdi sparikassin eina eykaniðurskriving í 2011 av nýggja høvuðssætinum við kr. 1.732 t.kr.
Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting lækkaðu við 1.042 t. kr. úr 22.318 t. kr. í 2011 til 21.276 t. kr. í 2012. Hetta er ein minking á 5 %.
Samlaði skatturin fyri 2012 er 125 tús. kr.
Útlánini eru økt við 2%, frá 477 mió kr. í 2011 til 486 mió. kr. í 2012. Innlánini eru lækkaðu við 5 mió. kr., frá 648 mió. kr. til 643 mió. kr. og er hetta ein lækking uppá 1,0 %.
Sparikassans gjaldføri hevur ein yvirdekning upp á 164 %. Hetta merkir eitt tøkt gjaldføri á 120 mió. kr. Útlánsprosent sparikassans er í dag 78.
Í 2012 hevur sparikassin teknað 10 mió. í nýggjum partapeningi. Høvuðspartaeigarin, Suðuroyargrunnurin teknaði hann. Hetta hevur styrkt okkara kapitalgrundarlag soleiðis, at vit eru ein enn sterkari og tryggari peningastovnur. Solvensurin er nú 14,9%, lógarkravið er 8,0 %.
Eginpeningurin við ársenda 2012 er 48,4 mió. kr.
Umroknað til ársverk starvaðust 17 fólk í Suðuroyar Sparikassa í 2012.
Sparikassin 2013
Sparikassin hevur havt eitt yvirskot á 1,1 mió. kr 1. ársfjórðing 2013. Sparikassin væntar eitt avlop fyri 2013 á 3,0 mió. kr., tí grundraksturin er sunnur og vit rokna við, at niðurskrivingarnar koma niður á eitt lægri støði.




