Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Andrias hitar upp til Marius konsertina

Tíðindaskriv

Mentanarhúsið í Fuglafirði er karmur um konsertina við Marius fríggjakvøldið tann 26. apríl kl. 20.00. Áðrenn konsertina verður upphiting við evnaríka klaksvíkinginum, Hans Andrias Jacobsen, ið gjørdist ársins nýggi einstaklingur 2012.

Marius eru júst afturkomnir til Føroya, eftir at hava verið á konsertferð í Týsklandi. Teir eru tí sera væl upplagdir til eina konsert heima á klettunum, áðrenn festivalar og annað byrjar í summar.

Teir ið mannað bólkin eru: Hans Marius Ziska, Heðin Z. Davidsen, Brandur Jacobsen og Allan Tausen.

Sum áður nevnt, verður tað evnaríki klaksvíkingurin, Hans Andrias Jacobsen, ið eisini gjørdist ársins nýggi einstaklingur 2012, ið hitar upp áðrenn konsertina.

Kostnaðurin til konsertina er 120,- og kann einans keypast við dyrnar.

Harleywoodpaint