Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

30 ára gamalt fótbóltsminni!

Eyðfinn Reyðberg

Søgan um hvussu nakrir serligir smádreingir úr Klaksvík skrivaðu føroyska fótbóltssøgu í 1983. Eyðfinn Reyðberg, KÍ viðhaldsmaður og fyrrverandi ungdómsvenjari skrivaði hetta sum eina heilsan í KÍ tíðindi 2003 undir yvirskriftini \” 20 ára gamalt fótbóltsminni\”

Eyðfinn Reyðberg, KÍ viðhaldsmaður og fyrrverandi ungdómsvenjari skrivaði hetta sum eina heilsan í KÍ tíðindi 2003 undir yvirskriftini ” 20 ára gamalt fótbóltsminni”

Søgan um hvussu nakrir serligir smádreingir úr Klaksvík skrivaðu føroyska fótbóltssøgu í 1983.

Tá blaðbólkurin hjá KÍ heitti á meg um at skriva eina grein til KÍ leikskránna, kom mær beinanvegin til hugs árið 1983, tá mær fall í lut at sleppa at venja nakrar serligar smádreingir í fótbólti. Hetta árið fer altíð at standa sum ein av høvuðsupplivingum mínum í fótbólti.

Byrjanin til venjaragerningin

Hjarta mítt hevur altíð bankað fyri KÍ, hetta má eg viðganga, og hugurin at spæla fótbólt hevur altíð verið góður. Tá eg var smádrongur leiktu vit mest úti á Bumshamri, men treyðugt so, vit dittaðu okkum viðhvørt heim á spæliplássið í Víkunum at spæla onkran dystin. Tó hetta var meira sjálvdan, tí Víkadreingir tyktust okkum heldur størri enn vit, og í hvussu so er, so vildu teir altíð vinna, so ein gjørdi ofta greitt í at lata teir vinna. Eg leikti oftast sum málmaður, og eg hevði sæð sjálvan Jógvan Linklett spælt, og ikki minst hoyrt hvussu hann spældi. “Eg havi” kundi hann rópa, og so var at halda seg burtur hjá bæði við- og mótleikarum, og ikki koma í vegin, tí tá hann rópti, so var hann sera miðvísur.

Sjálvur royndi eg meg eisini sum fótbóltsspælari. Hetta var m.a. undir navnframa dananum Kim Frandsen, sum leikti við KÍ fyrst í áttatiárunum. Tó tað er ikki altíð at tað er samanhangur millum hug og evni. Evnini hjá mær sum bóltsnillingur rukku ikki heilt til, men eg hevði eina góða tíð á B liðnum hjá KÍ í smádreingja- og dreingjatíðini. Ein av seinastu dystunum eg leikti var í Gøtu, minnist meg rætt taptu vit 5-1, ið sum mongum kunnugt er eitt óeydnistal hjá KÍ í Gøtu. Gøtumenn fingu hornaspark, og skot kom móti málinum, eg stóð við stongina, og skuldi sparka bóltin burtur, men rakti hann tíverri ikki, so mál spurdist burturúr. Tá haldi eg at tað rann upp fyri mær, at tað nokk ikki skuldi verða yrkisleikari eg skuldi royna at gerast, og tað gjørdi tað heldur ikki lættari, at liðfelagnir søgdu at eg hevði rópt so hart “eg havi” at teir høvdu latið bóltin farið, tí teir væntaðu at eg fór at sparka bóltin burtur av vandaleið. Hetta minnist meg ikki at hava sagt, hóast tað væl kundi verið rætt!

Eg tók tí støðu til at gevast at leika, og kasta meg útyvir venjarayrkið, og harvið fylgja í fótasporunum hjá mongum góðum venjara, at lata vera tá ein ikki dugir sjálvur, men fyriskipa øðrum at gera arbeiðið í staðin. Smádreingirnir høvdu verið føroyameistarar árið frammanundan, har annar venjarin var Andras Poulsen, og tá hin venjarin fór frá, helt eg at her var góður møguleiki at fáa eina “succes” saman við Andrasi og smádreingunum. Og hetta skuldi vísa seg at halda.

Liðið

Liðið, sum vit fingu at venja taldi nógvar raskar smádreingir.Eg hugsi at teir vóru útvið 30 í tali, so vit fingu til tvinnanda lið, sum bæði kláraðu seg avbera væl. Tað var nær við at B liðið eisini vann sín bólk, og høvdu A og B liðið møtst í finaluni um so var. Ein væla árgangur av smádreingjum.

Í málið settu vit ein fittan drong sum æt John William Joensen. Hann var ógvuliga seriøsur tá, og mundi fyri tað mesta búgva á “plenini” saman við mongum øðrum javnaldrum, sum búðu har á leið. Serliga væl stóð hann í málinum, sum er niðaneftir, og tók hann serliga allar bóltar, sum vóru skotnir uppá mál innanfyri 16 meturin. Ótrúlig reaktiónsevni mundi hann hava, ja so góð, at eingin bóltur slapp framvið honum alt árið 1983 – eitt einastandandi avrit, sum mær kunnugt ikki er gjørt í Føroyum hvørki áður ella eftir.

Og hetta at einki mál fór ígjøgnum er satt. Eg havi stundum hoyrt, at tað skuldi fara eitt mál ígjøgnum móti MB í Miðvági, tá flogfarið kom inn eftir fjørðinum, og allir KÍ leikararnir hugdu upp í luftina eftir hesi serstøku sjón tá á døgum hjá okkum klaksvíksingum, hetta at síggja eitt flogfar, ímeðan miðvingar nýttu høvi at fara ígjøgnum og skjóta mál, men hetta passar ikki. Ikki veit eg hví henda søgan er íspunnin, hóast hon er góð. Kanska er hon smíðað við málverja okkara í huga, men hann var í hvussu so er sera árvakin tá. John William hevur eisini roynt seg á 1. liði hjá KÍ við millumbilum, og leikar hann framvegis á 2. deildarliðnum, og er eykamálverji á 1. deild.

Sum aftasta mann “libero” sum tað so flott kallaðist tá leikti ein vissur ógvuliga friðarligur Kurt Mørkøre. Hann var størri enn teir flestu, men ikki størri enn forstopparin Jóannes Helgi Glerfoss, ið mundi verða høvdið størri enn allir hinir. Eg havi mangan verið keddur um at Jóannes Helgi gavst við bóltspælinum, tí hann hevði óivað framvegis verið álitið í verjuni hjá 1. deild hjá KÍ, hevði hann valt at hildið fram við at leikt fótbólt. Kurt hevði tann serliga eginleika, at hann longu tá skeyt eftir øllum sum flutti seg frammanfyri miðjuna, og gjørdi hetta eisini, at hann var toppskorari hetta árið. Minnist meg rætt skoraði hann útvið 40 av teimum 144 málunum, sum vit fingu. Óneyðugt er at gera meira burturúr Kurt og hvønn týdning hann hevur havt fyri KÍ. Uttan at taka nakað frá nøkrum øðrum, meti eg hann verða tann leikaran, sum hevur havt stórstan týdning fyri 1. lið hjá KÍ tað eg kann minnast.

Sum vinstri bakkur var tað sjálvsagt Leif Waag Høgnesen sum slapp at royna seg. Vit royndu at býta um við Jarwin Feilberg Hansen á høgra bakki onkuntíð í byrjanini, men Leif fann seg ikki væl til rættis høgrumegin, so hann slapp at halda seg til vinstru síðu, og hugsi eg at hann hevur gjørt tað síðani. Jarwin hevði sera góð pedagogisk evni umframt bóltspælið sjálvsagt, og kann tað ikki vekja undran at hann valdi at fara júst tann pedagogiska vegin.

Av øðrum spælarum sum m.a. eisini spældu í verjuni umframt á miðvøllinum vóru Heini Olsen, Petur Ovi Ellingsgaard og Steinbjørn Zachariassen. Heini var góður í ávikum, og hugsaði seg altíð væl um, áðrenn leikur var framdur, hann telvaði longu nógv tá, og valdi seinni talvið sum síða ítrótt burturav. Flestu vita vælsagtast at hann hevur verið okkara álit í talvi, og hevur verið føroyameistari fleiri ferðir í hesi ítróttargrein. Petur Ovi hevur somuleiðis leikt fleiri ár á 1. liði hjá KÍ, einamest í verjuni, og minnast vit serliga hvussu ágrítin hann altíð var. Steinbjørn var somuleiðis ein sera treiskur og sterkur verjuspælari, ei undur í, at vit við so góðari verju kundu halda málið reint alt árið.

Á miðvøllinum leiktu annars Jákup Mikkelsen, Harley Bertholdsen umframt Elian Eyðunsson Elttør og Arnfinn Gerðalíð. Jákup var hendinga góður fótbóltsspælari, og var tað eisini sum útileikari at hann leikti sínar fyrstu dystir á 1. liði hjá KÍ. Tað var mestsum av misgávum at hann fór í málið aftur, tá KÍ málverjin bleiv skaddur. Hann spældi tó eisini sum málmaður sum yngri. Eg má tó viðurkenna, at eg altíð havi nýtt hann meir sum útileikara, við sínum serstaka góða teknikki og skoti, og hugsi at hann kundi verið komin líka langt sum útileikari uttanlanda, sum hann er komin sum málmaður. Harley kenna vit øll eisini væl. Hann hevur verið fastur maður á 1. liði nú í útvið 15 ár, og sum hann spælir í løtuni, so vænti eg at hann næstan kemur at halda silvurbrúdleyp á 1. liði hjá KÍ, lættur og kvikari enn nakrantíð, er hann okkara álopsálit í ár. Elian Elttør var eins og fleiri av brøðrum hansara ein avbera góður tekniskur leikari, og saman við Arnfinn Gerðalíð vóru teir báðir teir minstu og kvikastu leikararnir vit høvdu, eisini vóru teir sera kvikir “tá”. Teir leiktu eisini av og á í sjálvum álopinum.

Álopið var annars fyri tað mesta mannað av so sterkum leikarum sum Trúgva Poulsen, Meinhardt Hansen og Jón Harald Poulsen. Lat meg siga tað beinanvegin, Jón Harald var nógv tann skjótasti leikarin tá, tað var eingin sum kundi renna um kapp við honum, tað var bara um at senda bóltin út á veingin, so rak hann bóltin fram undir málið, legði hann innfyri, og tá stóðu Trúgvi og Meinhardt oftast klárir at senda bóltin í málið. Í dag rennur Jón Harald ikki eins skjótt, men hann fær í staðin stoltleika okkara KÍ kvinnurnar at renna skjótt, og hevur hann sera góðar venjaraeginleikar.

Bæði Meinhardt og Trúgvi høvdu serstakliga góðan teknikk, Meinhardt spældi úti á veinginum, og skoraði nógv mál. Trúgvi hevði eisini sera gott fótbóltsskil, spældi sera skilagott, skeyt mál, og legði oftani upp til mál. Meinhardt hevur eisini roynt seg á 1. liði hjá KÍ av og á. Trúgvi leikti nøkur fá ár á 1. liði, men mátti gevast vegna skaða. Um so ikki hevði verið, ivist eg onga løtu í, at hann hevði leikt uttanlanda sum yrkisleikari enn í dag.

18 dystir uttan tap

Hetta árið spældu vit 18 dystir, og vunnu vit allar. Semifinalurnar vunnu vit 4-0 samanlagt móti B36, og finalurnar vunnu vit samanlagt 18-0 móti LÍF. Samlaða málúrtøkan gjørdist 144 vunnin mál og einki (0) tapt mál!!!

Nógvir 1. deildar leikarar

Av teimum 15 leikarunum, sum vit høvdu, hava 7 teirra spælt á 1. deild hjá KÍ. 3 hava verið á landsliðinum, og fleiri teirra leika enn. Hetta man næstan verða eindømi. Eg ivist í um 1. deildarliðið hjá KÍ í dag hevði torað at bjóða okkum av í dag, nú hesir smádreingir eru vornir vaksnir menn 34 ára gamlir.

Dreingirnir kendu sær ábyrgd og vístu felagsanda

Tá eg skal taka samanum hetta avrik hesir smádreingir løgdu lunnar undir, undrar tað ikki meg, at teir allir, hvør á sín hátt hava klárað seg so væl síðani. Her hugsi eg ikki bert um tað ítróttarliga, sum hevur verið merkisvert, men serliga persónliga, og teir hava vilja klárað seg, og hvør í sínum lagi, og á sín egna hátt hava vunnið seg væl fram.

Og tað er júst her ítrótturin kann hava sína gagnligu ávirkan á okkara ungdóm. At vit tora at geva ungum dreingjum og gentum ábyrgd, og at veksa um hesa ábyrgd sum árini ganga. Tá kennist tað teimum lætt at taka við, í tí dagliga yrki tey koma at starvast við. Og er viðførið ein góður felagsandi, er grundarlagið gott at byggja á. Eg var fegin um at sleppa at venja tykkum dreingir tá, tó tit sjálvsagt høvdu verið oddafiskar uttan mína hjálp, men tað hevur mangan verið stuttligt hjá mær at reypa um, hvussu góðir tit vóru, kanska vit møtast aftur til ein samankomst.

Sí talvuna niðanfyri yvir málskorðarar og úrslit 1983