Í kvøld kl. 19.00 verður stórt barna- og ungdómstiltak í tjaldinum á kei-økinum, við luttøku av klovninum BuBu og Kular rótum. Kl. 21.00 byrjar konsert við Countrystjørnuni Evy Tausen og Vestmenningunum Finnur Koba og Martin Joensen
Í kvøld kl. 19.00 verður stórt barna- og ungdómstiltak í tjaldinum á kei-økinum, við luttøku av klovninum BuBu og Kular rótum. Kl. 21.00 byrjar konsert við Countrystjørnuni Evy Tausen og Vestmenningunum Finnur Koba og Martin Joensen
Nú er klárt at koma til Vestmanna á Bátastevnu, og eru teir fyrstu gestirnir longu komnir. Í gjárkvøldi vóru heilt nógvir húsvognar komnir, og teir fyrstu bátarnir lógu við brúgvarnar.
Nógv verður gjørt burturúr, og í ár verða øll tiltøkini í stóra tjaldinum, ið er sett upp á kei-økinum. Byrja verður í kvøld við einum rimmar barnatiltaki, har undirhald verður til bæði stór og smá børn. Aftaná verður konsert við Countrystjørnuni Evy Tausen, ið nýliga bleiv kosin til ársins countrynavn í Írlandi, aftaná koma Vestmenningarnir báðir Martin Joensen og Finnur Koba, ið eru kendir, í hvør sínari tíð og fyri hvør sín stíl.
Leygardagin siglir allur bátaflotin av Fútakletti kl. 14.30 inn á Vestmanna, har suppa o.a. gott verður at fáa í tjaldinum. Skipað verður fyri mini-tivoli o.ø. tiltøkum fyri børnum. Bjargingarroynd við bátum og tyrlu verður á vágni. Eisini verður langteinakappróður, har kappast verður millum allar bátastøddir í einum róðri.
Leygarkvøldið verður tann stóri bátastevnudansurin við Countrybólkurin úr Klaksvík og Kim Hansen Band, við Kim, Jens Marna, James og Paula spæla til dans.
Hvonn-tjaldið verður opið báðar dagarnar, har teir vælumtóktu bátastevnubúffarnar o.a. verður at fáa.
Lagt er upp til sera góðar karmar fyri eini rimmar Bátastevnu í Vestmanna í vikuskiftinum. Neyvari kunning um skránna, er at síggja á vif.fo




