Tivoliøki á Norðoyastevnu hevur sum oftast mangt og hvat at bjóða.
Gepetto hava ofta verið umbidnir ymsastaðnis við stóru grillunum, tá ið fyritøkur hava starvsfólkadagar o.a. Men nú fáa Norðoyastevnugestir høvi at keypa Grillað lambskjøt við rómaeplum og salati afturvið. Hetta verður ein av teimum mongu básunum, sum er á tivoliøkinum í ár. Byrjað verður at grilla leygardagin kl. 14.00.




