Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

5.000.000 akfør koyrt gjøgnum Norðoyatunnilin

Hannefíða Joensen

Mánamorgunin kundi Norðoyatunnilin skráseta akfar nr. 5.000.000, sum hevur gjørt nýtslu av Norðoyatunlinum.

Mánamorgunin kundi Norðoyatunnilin skráseta akfar nr. 5.000.000, sum hevur gjørt nýtslu av Norðoyatunlinum.

Í hesum sambandi valdi Norðoyatutunnilin at gera vart við hesa hending,  við at steðga hepna bilføraranum, við rundkoyringina í Leirvík, stutt eftir at hann hevði koyrt framvið gjaldstøðini og varð skrásettur sum nr. 5.000.000. Hepni bilførarin var Karolina Hansen úr Klaksvík. Hon fekk  handað ein kubba við 40 túrum og blómutyssi. Eisini fekk hon gávukort,  sum hon kundi gera nýtslu av eftir egnum ynski.

Karolina var á veg at vitja dóttrina í Leirvík, og saman skuldu tær ørindir í Havn.

Norðoyatunnilin lat upp fyri ferðslu 29. apríl 2006. Sostatt hava meira enn 700.000 akfør í miðal árliga koyrt gjøgnum tunnilin. Fyrsta árið tunnilin var opin (frá apríl til desember), koyrdu um 450.000 akfør ígjøgnum tunnilin. Í 2012 koyrdu 747.000 akfør í tunlinum. Til samanberingar kann sigast, at seinastu árini, tá ferjusamband var um Leirvíksfjørð, fóru um 100.000 til 120.000 akfør árliga.

Harleywoodpaint