Leguhúsið Zarepta í Vatnsoyrum boðar frá, at rættstundis tilmeldingarfreistin til barna- og ungdóms¬legurnar verður úti 7. juni, og í næstum verða svarbrøv send teimum tilmeldaðu, men eingin má halda seg aftur av hesari orsøk, tí hildið verður fram at taka ímóti tilmeldingum á www.zarepta.fo.
Leguhúsið Zarepta í Vatnsoyrum boðar frá, at rættstundis tilmeldingarfreistin til barna- og ungdómslegurnar verður úti 7. juni, og í næstum verða svarbrøv send teimum tilmeldaðu, men eingin má halda seg aftur av hesari orsøk, tí hildið verður fram at taka ímóti tilmeldingum á www.zarepta.fo.
Heimasíðan hjá Zarepta skrivar, at nú merkist tað á børnum og ungum kring alt landið, at tey av álvara eru byrjað at gleða seg til at koma vestur í Zarepta á barna- ella ungdómslegu, og vit gleða okkum ómetaliga nógv til at fáa nakrar super góðar dagar við nógvum góðum upplivingum.
Í ár er ein spennandi útbygging av Zarepta byrjað, sum m.a. fevnir um eina nýggja svimjihøll, gentuhús og spælihøll. Hesir nýggju bygningarnir verða ætlandi lidnir til komandi summar, so tað hava vit at síggja fram til næsta summar 🙂.
Avbjóðingar! – tað er evnið
á báðum ungdómslegunum
Sum vant byrja summarlegurnar við báðum ungdómslegunum, har tann fyrsta er fyri tey 16-17 ára gomlu, og síðan kemur 15-ára legan.
Í ár hava hesar báðar ungdómslegurnar fingið tað spennandi heitið: AVBJÓÐINGAR! Lívið er jú so fult av avbjóðingum, ikki minst fyri tey ungu.
Á ungdómslegunum fara vit at umrøða nakrar av teimum avbjóðingum, sum vit møta í lívinum, og eisini fara vit at geva høvi til at royna onkra avbjóðing á leguni – kanska eisini likamliga avbjóðing fyri tey, sum tíma og tora tað 🙂
Høvi verða at velja seg inn á eina ella fleiri breytir, har vit eitt nú kunnu nevna *Rennibreytina, *Granskingarbreytina “í dýpdina” og *Sangbreytina.
Vit kundu sjálvandi fortalt meira um legurnar, men best man vera at koma á legu og uppliva, hvussu góð ein lega í Zarepta kann vera – HJARTALIGA VÆLKOMIN 🙂 – skrivar Leguhúsið Zarepta á heimasíðu sínari, www.zarepta.fo.




