Í hesum døgum er eitt stórt tal av handverkarum í og uttan um nýggja røktarheimið, har arbeitt verður við at leggja síðstu hond á liðugtgerðina av nýggja røktarheiminum.
Í hesum døgum er eitt stórt tal av handverkarum í og uttan um nýggja røktarheimið, har arbeitt verður við at leggja síðstu hond á liðugtgerðina av nýggja røktarheiminum.
Leiðslan av Almannaverkinum var hósdagin 13. juni 2013 á vitjan hjá Klaksvíkar Kommunu at fyrireika upplatingina og nýtsluna av nýggja røktarheiminum í Klaksvík.
Petra Johnsdóttir Joensen, almannastjóri, Gunnleyg Durhuus, stjóri fyri eldradepilin, Jan Sjóstein, fíggjarleiðari, og Elsba Lützen, økisleiðari fyri Norðoyggjar, umboðaðu Almannaverkið á fundinum við kommununa, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Jóhann Lützen, sosialnevndarformaður, luttóku saman við umboðum fyri býráðsumsitingina.
Írestandi arbeiðið hjá handverkarunum verður nú avsluttað í juni og juli, og síðan verður byrjað at gera heimið klárt til at lata upp. Seinni verður lýst, nær upplatingardagurin verður.




