Mongu javnleikirnir í Effodeildini síggja út til at halda fram. Í stevnudystinum við Margáir eydnaðist tað ikki nøkrum liði at fáa mál og sostatt endaði tað við javnleiki 0-0. Víkingur var betra liði í stórum pørtum av dystinum og komu eisini til nakrar stórar. Tann størsta fekk Kaj Leo í Bartalsstovu frá brotssparksplettinum, men hann skoraði ikki. Annars vóru Víkingarnir grammari og serliga Hans Jørgen Djurhuus á verjukenda miðvøllinum gekk undan og spældi væl.
Finnur finnur ikki málið
Hjá Víkingi er tað merkisvert, at álopsleikarin Finnur Justinussen, sum skuldi gera at liðið fór at skora fleiri mál, bara hevur skorað 2 mál síðani hann í fyrsta umfarinum skoraði 2 mál móti NSÍ. Víkingur hevur einans skorað 14 mál í hesum 13 umførunum og tá verður trupult at koma upp millum tey fremstu liðini.
Hjá EB/Streymi hekk nærum einki saman á leikliga partinum. Miðvøllurin var ov lítið kreativur og kontraspælið kom ongantíð í gongd. Hjá føroyameistarunum kom tað uttan iva væl við, at Arnbjørn Hansen kom á vøllin aftur seinastu løtuna.




