Niclas Heri Jákupsson sigur, at teir vóru spurdir, men tóku eina felags avgerð um, at leypa árið í ár um.
Summarfestivalurin hevur 10 ára jubileum í ár og nógvar gitingar hava verið, um Dynamit verður við á skránni í ár. Niclas Heri Jákupsson er ein av oddamonnunum, og hann sigur, at Dynamit verður ikki við á Summarfestivalinum í ár.
– Vit blivu spurdir um at vera við. Men eftir at hava tosað tað væl ígjøgnum í bólkinum, so komu vit til, at vit fóru ikki at vera við í ár. Vit hava verið við so ofta og tað er avmarkað, hvussu nógv vit hava at geva, um vit eru við á hvørjum ári. So vit leypa hetta árið um, sigur Niclas Heri Jákupsson. Hann sigur eisini, at hetta als ikki skal skiljast sum, at Dynamit hevur spælt fyri seinastu ferð.
Sostatt kunnu vit staðfesta og leggja lok á allar gitingar: Dynamit verður ikki við á Summarfestivalinum 2013.




