Tekniskir trupulleikar í Havnini gera, at svarið frá royndunum týskvøldið, ikki kemur fyrr enn hósdagin á middegi.
Vanliga ganga tað 18 tímar til svarini frá kanningar royndunum koma út. Men hesaferð hava tekniskir trupulleikar gjørt, at tað gongur longri. Karl Jakob Ósá, teknsikur stjóri hjá Klaksvíkar Kommunu, sigur, at hósdagin um 11-12 tíðina fæst væntandi at vita, hvat seinastu royndirnar søgdu. Fram til tá má vatnið framvegis kókast í Klaksvík.




