Konseptið hjá Klaksvíkingi er so mikið gott, at tað skal vera ógvuliga løgið, um nakar tekur Klaksvíking á ólavsøku, sigur kappróðrar viðmerkjarin Ludvík við Stein.
Ludvík við Stein er meir enn nakar annar serfrøðingur í kappingini hjá 10-mannaførunum, har hann fylgir væl við og hevur nógvar royndir sum rógvari sjálvur, har hann hevur vunnið fleiri FM sigrar við Eysturoyingi. Hann hevur mest trúgv uppá Klaksvíking á ólavsøku í morgin. Fríggjadagin tosaði hann við Kringvarpið um róðurin á ólavsøku.
– Eg trúgvi enn uppá, at Klaksvíkingur vinnur róðurin, hóast teir nú hava fingið tann 16. mannin hetta kappingarárið umborð. Klaksvíkingur hevur víst seg at ganga ómetaliga væl á ólavsøku. Tað konseptið teir brúka har norðuri er, at man fer rímuliga seint í bátin og skiftur nógv fólk. Men tað merkir eisini tað, at stamman umborð á bátinum – hesir her 6-8 menninir, ið allatíðina sita umborð á bátinum – teir gerast betri og betri og gerast til seinast bestir á ólavsøku. Suðuroyingur og Havnarbáturin hava gjørt meir uppá tann siðbundna mátan. Teir hava vant frá januar mánaða, har allir hava verið saman. Tá hesir so koma til Norðoyastevnu, so er teir øðiliga væl fyri. Men man blívur ikki so forferduliga nógv betri sum árið líður, meðan tann munurin sæst aftur hjá Klaksvíkingi, at teir gerast betri sum árið líður, sigur Ludvík við Stein.
Konseptið hjá Klaksvíkingi ber á mál
– Eg trúgvi uppá, at klaksvíkingar vinna róðurin hóast, at tað gott kann fara at vera ein ógvuliga jøvn kapping. Eg rokni ikki við, at Havnarbáturin ger seg galdandi í hesum róðrinum, tí teir hava verið ov langt aftanfyri seinastu róðrarnar. Hetta við at vera kvikur og at kunna sprinta er nakað, sum ikki gerst betri við aldrinum. Vit skulu minnast til, at suðuroyingar hava nakrar ungar og sterkar menn umborð og teir kunnu gera ein vørr á hesum 900 metrunum, um teir spæla sær kortini rætt. Men róðrarlagið hjá klaksvíkingum og styrkin, teknikkurin umborð, ja alt konseptið hjá teimum er so mikið gott, at tað skal vera ógvuliga løgið, um nakar tekur Klaksvíking á ólavsøku. Í míni verð er tað ein avgreiðslu spurningur, sigur Ludvík.
Men hann leggur til seinast afturat, Suðuroyingurin fer at geva kapping.
– Tað verður ein hørð kapping frá Suðuroyingi, men Klaksvíkingur dregur tað longra stráið, segði viðmerkjarin við Kringvarpið fríggjadagin.
Mynd: Jóannes Poulsen




