Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey gomlu droppa húsini og fáa sær íbúð ístaðin

Danial Viðoy

Tað er vorðið alsamt meira vanligt millum eldri í Danmark (50+) at keypa sær íbúðir og selja húsini. Orsøkin til hetta er, at tey vilja nærkast miðbýnum og tess tiltøkum.

Tað er vorðið alsamt meira vanligt millum eldri í Danmark (50+) at keypa sær íbúðir og selja húsini. Orsøkin til hetta er, at tey vilja nærkast miðbýnum og tess tiltøkum.

Torben Hald frá DanBolig, sum hevur virksemi í Sjællandi og í Keypmannahavn sigur, at talið av teimum eldru, sum flyta inn í miðbýin, er vaksandi.

– Tað er alt slag av fólki, sum fremja hesa broyting í lívi teirra. Ikki bert tey ríku og tey, sum eru mest mentanaráhugað. Fólk úr øllum heraðshornum, sigur Torben Hald.

Dømi er um eina 58-ára gamla konu, sum hevði búð 27 ár í húsum úti á Amager. Hon var troytt av tí sama og tí sama urtagarðinum. Henni tørvaði nakað nýtt. Hon keypti sær eina íbúð beint við ‘Nýhavnina’ og livir nú sítt fantastiska lív har.

– Eg skal bara beint út um hurðina, so standi eg mitt í øllum. Operahús og nógv, nógv annað, greiðir hendan “gamla madamman” frá.

– Flytingin inn í miðbýin hevur eisini gjørt, at eg eri væl betri fyri fíggjarliga nú, fortelur “madamman” víðari.

Nýggi “mótin” gongur ikki bert fyri seg kring danska miðstaðarøkið, men eisini kring Aalborg og Aarhus.

Tað eru enn fleiri eldri, sum hava dreym um at flyta. Og vit arbeiða hart hvønn dag, at gera teirra dreym til veruleika, endar Torben Hald við at siga.

Kanska hetta er ein møguleiki í føroyska samfelagnum. At tey so skulu flyta til Havnar, skulu vit tó ikki siga.

Kelda: dr.dk