Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjaldbygdin tekur skap

SF

Nýggja tjaldbygdin fer at seta dám á ársins Summar Festival.

Nýggja tjaldbygdin fer at seta dám á ársins Summar Festival.

Summar Festivalurin bjóðar í ár nýtt tjaldingarøkið fram. Undanfarin ár hava tjaldarar hildið til nakað frá festivaløkinum, men í ár fáa fólk at gista mitt í býnum – og mitt á festivaløkinum.

Akursmørk er nú gjørd til tjaldbygd, og har kunnu fólk – bæði ung og tilkomin – seta síni tjøld upp.
Kreativ og dugnalig fólk hava seinastu dagarnar bygt festivalbygdina, og hon verður bæði hugnalig og innbjóðandi hjá fólki at gista í.

Mitt í tjaldbygdini verður felagsøki við stórum tjaldi, matsølu og annað, og síðani verður økið býtt eitt sindur upp í familjutjalding og ungdómstjalding.Í stóra Tipi tjaldinum verður møguleiki at keypa sær okkurt til matna og okkurt leskandi, og har verður eisini ein pallur, sum av og á fer at bjóða live-tónleik og framførslur. Eisini fara tveir frisørarar at halda til í tjaldinum, og tey, sum hava brúk fyri fáa sett hár ella lagt make-up av nýggjum, kunnu vitja frisørarnar.

Nógv er gjørt fyri at fríðka um økið. Gøta er gjørd gjøgnum bygdina, litperur eru hongdar upp, listamaðurin Jan Nystrøm hevur gjørt kendar tónleikarar úr træi, og annað er eisini funnið fram og evnað til, so at bygdin verður hugnalig og innbjóðandi fyri tjaldarar og gestir annars.

Enn eru pláss eftir í nýggju tjaldbygdini, og tey plássini fáast við at venda sær til Norðoya Kunningarstovu. Eisini fáa fólk, sum ikki búgva í tjaldbygdini, møguleikan at vitjan innar – tað verður gjørt við serligum atgongumerkjum, ið kunnu keypast við inngongdina.