Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Quarter To Three klárir til Summarfestivalin

John William Joensen

Myndin av Klaksvíks bólkinum, er tikin á Dávavirkinum gjárkvøldi tá bólkurin vandi fyri seinastu ferð. Tey gleddu seg óført til framførsluna á torginum kl. 00.15 í kvøld

Myndin av Klaksvíks bólkinum, er tikin á Dávavirkinum gjárkvøldi tá bólkurin vandi fyri seinastu ferð. Tey gleddu seg óført til framførsluna á torginum kl. 00.15 í kvøld

Tann rímiliga nýggi bólkurin úr Klaksvík hevur seinasta árið verið nógv at hoyrt við sanginum Saman Við Tær. Bólkurin spælir popptónleik, sum eisini fær íblástur frá øðrum tónleikasjangrum. Teir skriva egnar sangir og framføra teir sannførandi.

Quarter To Three er mannaður við tónleikarum úr Klaksvík, sum hava drúgvar royndir. Teir hava spælt í øðrum bólkum og hava eisini verið brúktir sum studiotónleikarar.
Quarter To Three fer at bjóða eina løtu við frálíkum popptónleiki, sum er ein fragd fyri oyrað.