Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú kemur góðveðrið á Summar Festivalin

Jákup Ósá

Veður forsøgnin er góð til írestandi tíðina á Summar Festivalinum.

Hóskvøldið var veðrið eisini gott. Turt og eitt lítið lut, men nakað kalt. Men í morgun var veðrið keðiligt við regni og vindi. Men nú er turt og ljósari. Og skulu vit trúgva yr, so verður góðveður heilt skjótt. Frá kl. 17 verður vesturætt, ið er besta ætt í Klaksvík og sólin fer at koma fram. Síðani verður veðrið av tí fagrast restina av degnum við 5-6 m/s og turt. Hitastigini vera millum 9 og 12 stig. Í morgin verður framvegis góðveður fram til ímóti kvøldið, tá ættin verður sunnan og meira skýggja. Vindstyrkin verður millum 2-5 m/s og 11-13 hitastig í morgin, so talan verður um gott veður á Summar Festivalinum, um vit skulu trúgva yr.