Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sáttmáli at tryggja sjófólki í handilsflotanum

John William Joensen

Føroyar seta í gildi sáttmála at tryggja sjófólki í handilsflotanum væl skipaðar arbeiðsumstøður

Føroyar seta í gildi sáttmála at tryggja sjófólki í handilsflotanum væl skipaðar arbeiðsumstøður

– Eitt sjófarandi land sum Føroyar er sjálvskrivað at seta í gildi MLC-sáttmálan, sum setur minstakrøv til arbeiðsumstøður, lønarviðurskifti og annað hjá sjómonnum í handilsflotanum kring allan knøttin, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú sáttmálin júst er settur í gildi fyri Føroyar
Føroyar hava júst sett í gildi sonevnda MLC-sáttmálan (Maritime Labour Convention), ið er sáttmáli frá ILO (International Labour Organisation), sum er felagsskapur undir ST. MLC-sáttmálin hevur sum endamál at tryggja sjófólki í handilsflotanum í øllum heiminum skipaðar arbeiðsumstøður. Í MLC-sáttmálanum eru ásetingar um alt frá starvssetan, rætt til ókeypis heimferð, arbeiðsumhvørvi, sjúkratrygd og sosiala trygd. Eisini ásetur MLC reglur um eftirlit við, at ásetingarnar í sáttmálanum verða hildnar. – Vit fegnast um, at rættindi hjá sjófólki batna altjóða, og at onnur fáa atgongd til arbeiðsumstøður á hædd við tað, sum vit í Føroyum eru von við, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
– Málið er, at skipaðar arbeiðsumstøður og eins kappingartreytir ganga hond í hond, sigur landsstýrismaðurin, sum heldur, at Føroyar, sum sjófarandi land og við FAS-skipanini sum satsingarøki eru sjálvskrivaðar at seta í verk MLC-sáttmálan. Løgtingið samtykti á vári í 2011, at Føroyar skulu taka undir við MLC-sáttmálanum. Sambært sáttmálanum fór hann at koma í gildi eitt ár eftir, at í minsta lagi 30 lond, ið umboða 33% av heimstonnaguni, høvdu ratifiserað sáttmálan. Komið var upp á hetta talið 20. august í fjør. Hóast Føroyar longu áðrenn gildiskomuna av MLC-sáttmálanum luku flestu reglur í sáttmálanum, hevur sáttmálin havt við sær eina endurskoðan av lóggávuni á sjóvinnuøkinum.
Tí kom í gjár, tann 20. august 2013, ein røð av kunngerðum í gildi í Føroyum, har reglur í MLC-sáttmálanum eru implementeraðar. Reglurnar bera í sær, at Føroyar sum flaggland halda MLC-sáttmálan. Reglurnar – saman við m.a. sertifikatum, sum Sjóvinnustýrið gevur út – eru treyt fyri, at skip undir føroyskum flaggi/FAS-skip sleppa ígjøgnum havnastatseftirlit uttan at verða hildin aftur. Sjóvinnustýrið hevur samskift við vinnuna, so hon skuldi vera tilbúgvin, nú sáttmálin er galdandi. Stovnurin hevur fyrireikað sertifikat, sum øll skip, ið eru fevnd av MLC-sáttmálanum, skulu hava. Mannagongdir og onnur skjøl eru somuleiðis klár, nú sáttmálin er komin í gildi.

Vitja vmr.fo