Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrismaður avvísir pástandir

tíðindaskriv

Vinnumálaráðið og landsstýrismaðurin hava handlað heilt eftir bókini, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú ein privatpersónur er komin við pástandum um løgmann og landsstýrismannin í einum máli um Vinnuframagrunnin

Vinnumálaráðið hevur í dag latið løgmanni frágreiðing um, hvussu málið um Vinnuframagrunnin er handfarið og avgreitt frá ráðsins og landsstýrismansins síðu.Orsøkin er, at ein privatpersónur nú leggur løgmann og landsstýrismannin í vinnumálum undir at breiða út yvir óreglusemi í Vinnuframagrunninum.– Uppáhaldini vil eg staðiliga avvísa, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.Hóast frágreiðingin til løgmans ikki er fevnd av lógini um innlit í fyrisitingina, hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum tikið avgerð um, at frágreiðingin skal almannakunngerast.– Opinleiki er besti heilivágur móti slíkum uppáhaldum, og nú hava øll møguleika at seta seg inn í málið. Bæði Vinnumálaráðið og landsstýrismaðurin hava handlað heilt eftir bókini, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.Frágreiðingin kann takast niðurher