Formaðurin í Kappingarnevndini hjá FSF væntar, at ein niðurstøða kring Teitur M. Gestsson málið kemur fyrst í komandi viku.
Formaðurin í Kappingarnevndini hjá FSF væntar, at ein niðurstøða kring Teitur M. Gestsson málið kemur fyrst í komandi viku.
Tað var í dystinum millum KÍ og HB, at tað bleiv heitt millum KÍ áskoðararnar og HB málverjan og klaksvíkingin Teit M. Gestsson. HB málverjin gjørdi sjálvmál og KÍ áskoðararnir sungu “Teitur-Teitur-Teitur” eina løtu eftir málið. Tá so HB móti dystarenda javnaði til 3-3 fingu KÍ áskoðararnir ein bólt skotnan eftir sær frá júst Teiti M. Gestsson. Norðlýsið skrivaði í seinastu viku, at Teitur tók bóltin frá einum bóltadreingi til gerðina, men hetta er ikki rætt. Talan var um ein bólt, ið var sparkaður úr KÍ málinum eftir málið og sum Teitur síðani sparkaði eftir KÍ áskoðarunum.
Niðurstøðan kemur fyrst í vikuni
KÍ kærdi atburðin hjá HB málverjanum og sendi skriv til FSF. Kæran er komin til Kappingarnevndina, har Jákup Martin Joensen er formaður. Hann vil ikki siga stórvegis um málið, so leingi tað verður viðgjørt.
– Tað einasta eg kann siga er, at vit hava móttikið skrivið frá KÍ. Málið koyrir nú í systeminum og so leingi sum tað ger tað, havi eg ongar viðmerkingar. Vit vóna at hava eina niðurstøða klára skjótast gjørligt og helst fyrst í komandi viku, sigur Jákup Martin Joensen við Norðlýsið.




