Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór mótmælisgonga á Vaglinum leygardagin kl.14

John William Joensen

Unga Tjóðveldi og Sosialistisk Ung fara saman við fleiri fakfeløgum og umboðum fyri vinnufeløg at skipað fyri mótmælisgongu sum tekur útgangsstøði í ætlanum hjá Landsstýrismanninum í Innlendismálum at loyva útlendskum íleggjarum at byggja tunnil undir Skálafjørðin.

Unga Tjóðveldi og Sosialistisk Ung fara saman við fleiri fakfeløgum og umboðum fyri vinnufeløg at skipað fyri mótmælisgongu sum tekur útgangsstøði í ætlanum hjá Landsstýrismanninum í Innlendismálum at loyva útlendskum íleggjarum at byggja tunnil undir Skálafjørðin.

Regin Winter Poulsen frá Unga Tjóðveldi sigur at mótmælisgongan vendir sær ikki ímóti nakrari tunnils ætlan men ímóti tí avmontering av fólkaræðinum sum landsstýris maðurin í Innlendismálum hevur staðið á odda fyri har ein so týðandi viðger verður framd aftan fyri stongdar dyr. Talan er um eina milliarda íløgu sum far stóra ávirkan á samfelagið, men viðgerðin hevur fyri stóran part fyrigingið í loyndum og er hetta ein beinleiðis hóttan móti fólkaræðinum.

Tá slíkar verkætlanir skulu fremjast er umráðandi at almenningurin hevur atgongd til týðandi upplýsingar soleiðis at til ber at hava eitt væl grundað alment kjak.

Vit mótmæla eisini at landsstýrið aftur hevur valt ikki at lurta eftir fakligu ráðgevingini

Regin Winther Poulsen sigur at tað eru ein breið vifta av felagsskapum sum standa aftanfyri mótmælistiltakið sum verður á Vaglinum kl. 14 leygardagin.

– Tað eru ikki bara andstøðuflokkarnir sum hava mótmælt viðgerðini, men røddir úr øllum flokkum og røðararnir fara eisini at umboða ein breiðan skara og tiltaki verður leygardagin so tað ikki órógvar tingviðgerina, sigur Regin Winther Poulsen við Norðlýsið í kvøld.