Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunning í samband við at “M/F Sam” skal á sleipistøð

John William Joensen

Mánadagin 2. september 2013 skal “M/F Sam” á sleipistøð í sambandi við 35-ára klassing. Arbeiðið er mett at taka uml. 14 dagar. Í hesum tíðarskeiði fer annaðhvørt nýggi báturin “Jósup” ella “Silja Star” at røkja siglingina um Kalsoyarfjørð eftir galdandi ferðaætlan. Bygdaleiðir í Kalsoynni koyra í sambandi við allar túrarnar hjá avloysarabátinum.

Avrátt er, at “M/F Ternan” siglir farmatúrar mánadag og fríggjadag. “M/F Ternan” fer at sigla soleiðis, at mjólkabilurin, farmabilur, oljubilur, renovatiónsbilurin o.a. kunnu koma við í Kalsoynna, og liggur “M/F Ternan” við ferjuleguna á Syðradali í 1½ tíma, soleiðis at allur farmur kann avgreiðast.
Kunnað verður um broytingarnar á heimasíðuni www.ssl.fo, í Kringvarpinum, og sent sum sms boð til tey, sum hava teknað seg til sms-boð fyri Kalsoyarleiðina.