Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Føroyingafelagnum í Århus

John William Joensen

Føroyingar í Århus kunnu í september mánaði gleðast um, at nógv føroyskt virksemi er á skránni.

Føroyingar í Århus kunnu í september mánaði gleðast um, at nógv føroyskt virksemi er á skránni.

Tann 7.september verður nemliga eyka-aðalfundur hjá Føroyingafelagnum í Århus, har m.a. Hanus G. Johansen eisini fer at upptraðka við sínum sera eyðkenda tónleiki.

Århus er burtur av ein býur fyri lesandi. Hetta merkir, at nógvir føroyingar leita sær til Århus um hesa tíðina. Tískil verður Pisuveitslu/Heystveitslu fyri allir nýggjar føroyingar í býnum – ella Jútlandi yvirhøvur – tann 14.september. Allir føroyingar eru hjartaliga vælkomnir.

Hóast felagið í løtuni er uttan hølir, so kann tað tó lættiliga staðfestast, at hetta ikki forðar fyri føroyskum virksemi í Århus. Teir vældámdu Føroyski Barnaskúlin og Sunnudagsskúlin verða aftur á skránni í september mánaði.

Føroyingafelagið fegnast yvir, at tónleikakórið, Áarljóð, og fótbóltsfelagið, FF Klettar, ið bæði eru mannaði av føroyskum útisetum, fara í gongd aftur við virksemi teirra í mánaðinum. Tað er eisini ein sonn gleði, at ein roynd verður framd at skipa fyri føroyskum dansi í vetur.

Tann 14.september hevur Føroyingafelagið í Århus verið við til at seta karmarnar fyri føroyskum virksemi í 50 ár. Tað er eingin loynað, at fleiri og fleiri føroyingar búseta seg í Århus – serliga orsaka av lestrarørindum. Tískil er stórur tørvur á føroyskum virksemi í Århus, ið er við til at varðveita tilknýtið til tí føroysku mentanina og samfelagið. Føroyingafelagið í Århus hevur sum aðalmál at savna allar føroyingar í býnum og økinum rundan um, og hjúkla um tann longsulin og alsk, ið flestu føroyingar hava til heimlandið. Føroyingafelagið í Århus er fyri allar føroyingar!

Fleiri upplýsningar um tey ymisku tiltøkini eru at finna inni á heimasíðu felagsins, www.aarstova.dk, ella Facebook-síðu felagsins, https://www.facebook.com/pages/F%C3%B8royingafelagi%C3%B0-%C3%AD-Aarhus/225397587602366

Við bestu kvøðum

Føroyingafelagið í Århus