Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmaður, sigur í viðmerking at nú hann hevur fingið fráðgreiðingina frá Innlendismálaráðnum fer hann at brúka tað tíð, sum er neyðug saman við løgfrøðiligu ráðgevingini á løgmansskrivstovuni, at gjøgnumganga málið áðrenn nøkur niðurstøða verður gjørd.

– Eg fari ikki at seta nakra ávísa tíð á nær arbeiði skal verða liðugt, men fari at brúka tað tíð sum er neyðug saman við mínari egnu løgfrøði at meta um gongdina í málinum.
Vit gjøgnumganga tilfarið og gongdina í málinum soleiðis at eg sum løgmaður fái tikið støðu til um eitthvørt politiskt er at fara eftir.
Harafturat ferð ein meting at verða gjørd um tað í tilgongdini er nakað at finnast at løgfrøðiliga . Her verður fyrst og fremst hugsað um brot á stýrisskipan, tingskipan og lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Ilt at siga nær eg komið til eina niðurstøðu men tað er greitt at atað má taka tað tíð tað krevur. Annars havi eg ikki meira at siga um málið í løtuni.