Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

13 ára gomul vann búmerkjakapping hjá Eldraráðnum

Tíðindaskriv frá Eldraráðnum í Klaksvík

Á hugnaløtu sum Eldraráðið í Klaksvík skipaði fyri 7. september 2013, var m.a. avdúkað, hvør vann kappingina um nýtt búmerkið til Eldraráðið i Klaksvík.

Nr. 1 gjørdist Herdis Elisabeth Bjarnadóttir av Viðareiði.

Hon fekk 3.000 kr. sum Klaksvíkar Kommuna hevði lætið.

Búmerkið sum Herdis Elisabeth hevur teknað, ímyndar eina blómu og eitt fingramerkið. Blóman ímyndar, at tey eldru eru ein virkin partur av nærumhvørvinum.

Fingramerkið ímyndar, at tey eldru í Klaksvík seta sítt fingramerkið á nærumhvørvið, og vísir at tey eldru hava sett sítt fingramerkið á fortíðina og framtíðina.

Vónandi verður væl tikið ímotið nýggja búmerkiðmerkinum hjá okkum í Eldraráðnum í Klaksvík, sum fer at ímynda okkara arbeiði framyvir.

Nr. 2 bleiv Rói Winthereig úr Skopun. Hann fekk gávubræv frá Leivur

Ellingsgaard á 2.000 kr.

Í dómsnevndini sótu Edward Fuglø, listamaður, Elsa Olsen, MSc í International Marketing Management, Jóhan Lutsen, umboð fyri Klaksvíkar Kommunu, og Marita Matras, umboð fyri Eldraráðið í Klaksvík.

Vinarliga,

Eldraráðið í Klaksvík.

Harleyfacadeacryl