Týski málverjin Manuel Neuer gleðir seg at síggja Føroyar og mentanina her.
– Eg síggi fram til hendan túrin. Eg eri spentur uppá at síggja, hvussu tað sær út har. Eg eri altíð áhugaður í mentanum og hvussu fólk liva aðrastaðni, sigur Manuekl Neuer við DFB. Sum flestu týskarar, so hevur hann eisini lagt til merkis, at týska landsliðið og føroyska landsliðið búgva á sama hotelli á Hotel Føroyum. Hetta er tí, at hetta er einasta hotell í Føroyum, ið líkur krøvini til fótbóltslandslið.
Spurdur um kunstgrasið fer at ávirka nakað, svarar málverjin soleiðis:
– Heilt óvanligt er tað ikki fyri okkum, tí vit spældu eisini á slíkum í Kasakhstan. Men tað er ongantíð líka at spæla á kunstgrasið og eg veit ikki, hvussu kunsgrasið í Tórshavn er. Men sum heild kann man altíð siga, at tað er annarleiðis enn at spæla á ordiligum grasi. Men so dramatiskt er tað tó ikki, at vit ikki fáa spælt, sigur Manuel Neuer.
Mynd: zimbio




