Klaksvíkar Sjónleikarafelag tekur undir við at skapa betri trivna í Klaksvík. Felagið fer soleiðis aftur í heyst undir at leggja til rættis fyri at bæði børn, ung og vaksin fáa møguleikan at venja og framføra sjónleik.
Klaksvíkar Sjónleikarafelag tekur undir við at skapa betri trivna í Klaksvík. Felagið fer soleiðis aftur í heyst undir at leggja til rættis fyri at bæði børn, ung og vaksin fáa møguleikan at venja og framføra sjónleik.
Á fyrsta sinni er venjing og framførslir fyri børnum frá 8 ára aldri og ungdómum upp til 15-16 ár í kvøldskúlanum. Tilmelding 8-10 ár, 11-13 ár og 14-16 ár fer fram í felagshúsinum leygardagin 7.septembur frá kl 14-17.
Undirtøkan millum børn og ung tey seinastu árini er vaksin og tað er tí enn størri týdning fyri trivnaðin í felagnum at tey vaksnu eisini eru við. Klaksvíkar sjónleikarafelag vónar tí at tey vaksnu, sum áður hava verið knýtt at felagnum, í størri mun vera ein partur av felagnum. Sum limur í felagnum kanst tú ávirka innihaldi og vera við at bøta um karmarnar í felagnum. Og sjálvandi er brúk fyri fleiri, nú ætlanir eru at hava framførslur bæði fyri børnunum, teimum ungu og teimum vaksnu limunum í felganum. Onnur mál á skránni eru kvøldsetur, frásøgur , manuskriftlesnaður o.o. tiltøk fyri limum.
Spennandi leikstjóri
Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur í ár fingið Sóley Danielsen at leikstjórna bæði børnum, ungum og vaksnum í felagnum. Felagið hevur longu góðar royndir við at hava Sóley sum leikstjóra: Í summar leikstjórnaði hon hegnisliga leikin um Kópakonuna á Norðurlendsku barnasjónleikarfestivalinum í Østersund, Svøríki. Umtalan eftir framførsluna var sera góð!
25 ára gamla havnagentan, Sóley Danielsen, gleðir seg at undirvísa børnum og ungum í sjónleiki á Kvøldskúlanum í ár. Hon vónar eisini at tey vaksnu taka væl undir við sjónleikaraátøkunum í heyst. Sóley Danielsen hevur júst lokið útbúgving sum Sjónleikari (Bachelor) og Leikstjórið (3 Year Diploma) á ”The Academy of the Science of Acting and Directing” í London.
Í Føroyum er Sóley kend sum forkvinna og stigtakari til leikbólkin ”Huðrar” ið framførdi og ferðaðist við leikinum ”Othello” eftir W. Shakespeare. Hon hevur eisini sjálv verið næmingur á kvøldskúlanum í Tórshavn og altíð verið virkin í Sjónleikarahúsinum.
Umframt at deila sínar royndir innan sjónleik, ætlar Sóley at skipa fyri kvøldsetum, bæði í Sjónleikarshúsinum í Havn og í Spaniustovu í Klaksvík, soleiðis at arbeitt verður miðvíst ímóti framførslum. Nógv ymiskt kann væntast á hesum kvøldsetum, og øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin, sigur Sóley at enda.
——
Klaksvíkar sjónleikarafelag skipaði seg á aðalfundinum 18.juni við nýggjari nevnd :
Magnus Arge, formaður,
Jógvan Andrias Joensen, peningarøkil
Jóhan D. Heinesen, skrivari
Jógvan Salomon
Høgni Olsen
Eykalimir eru: Jákup Bernhard Brim Joensen, Rólant Reginsson Biskupstø og Sigrid Mikkjalsdóttir.




