Janus Rein, tingmaður, er í dag vorðin partur av Fólkaflokkinum. At Janus hevur tikið avgerð um at gerast partur av tingmanning floksins, fegnast vit stórliga um.
Janus Rein, tingmaður, er í dag vorðin partur av Fólkaflokkinum. At Janus hevur tikið avgerð um at gerast partur av tingmanning floksins, fegnast vit stórliga um.
Janus hevur farnu 2 árini prógvað, at hann er ein dugnaligur og nærlagdur politikari. Ein maður, sum í verki hevur víst, at hann er ein fongur fyri parlamentarisku skipanina. Politikari, sum miðvíst virkar fyri haldgóðum loysnum.
Janus hevur í hesum valskeiðinum, saman við undirritaða, m.a. verið limur í løgtingsins vinnunevnd. Eg eri vísur í, at allir vinnunevndarlimirnir kunnu vátta, at Janus áhaldandi í nevndararbeiðinum hevur virkað fyri góðum og konstruktivum úrslitum.
Umframt sítt politiska positiva virkni, so er Janus við sínum dyggu útbúgvingum sum skipsførari, flogskipari, løgfrøðingur o.a., eitt gott aktiv fyri Fólkaflokkin og politisku skipanina í síni heild.
Eg fari at ynskja Janusi Rein vælkomnum í Fólkaflokkin.
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður




