Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Størsti laksurin nakrantíð – fingin á Leynavatni ídag

Oliver Joensen

 Hans Gotfred Thomsen var heppni veiðumaðurin, ið fekk ein laks, ið vá meira enn 28 pund á flugutráðu síni á Leynavatni í dag.

Dia Jacobsen úr Leynum sigur í hesum sambandi, at hetta er heilt víst størsti laksurin, ið er fingin á stóru føroysku vøtnunum, Leynavatni, Saksunarvatni ella Sandsvatni, ið øllum førum, laksur, ið fiskaður er við flugu. Laksurin var 114 centimetrar langur.