Vit skulu aftur til 16. Juni fyri at finna ein dyst, har KÍ hevur latið færri enn 2 mál inn ein dyst.
KÍ letur nógv mál inn í ár. Liðið hevur bara í 1.umfari móti TB megnað at hildið nullið. Og ikki síðani 16. juni á heimavølli í 13.umfari móti AB hevur liðið latið færri enn 2 mál inn. Eftir umfarið í dag er eisini greitt, at KÍ er tað liðið í Effodeildini – saman við 07Vestur – ið hevur latið flest mál inn. Heili 46 ferðir er bólturin endaður í KÍ málinum hesi 22 umførini.
Orsøkirnar eru nokk nógvar til gongdina hjá KÍ, men ein er í øllum førum, at liðið letur ov nógv mál inn.




