Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir dystir í Effodeildini í kvøld

Jákup Ósá

Bæði við Margáir og á Dungasandi skulu ljós viðurskiftini standa sína roynd í kvøld, tá tveir útsettir dystir vera leiktir.

Bæði við Margáir og á Dungasandi skulu ljós viðurskiftini standa sína roynd í kvøld, tá tveir útsettir dystir vera leiktir.

EB/Streymur-NSÍ

Ein sera týðandi dystur í kappingini um Europa League pláss. EB/Streymur kann leggja seg útí kappingina um 2. plássið. EB/Streymur hevur samanlagt vunnið 9-0 seinastu tveir dystirnar á heimavølli, men seinast teir taptu var á Svangaskarði móti júst NSÍ. NSÍ hevur ikki tapt síðani á ólavsøku móti HB. Liðið kappast saman við EB/Streymi og B36 um seinasta Europa League plássið og runavíkingar skulu helst hava stig hendan dystin fyri at varðveita ein góðan møguleika at fáa fatur á Europa League plássinum. Bæði liðini kunnu liva við javnleiki og trupult er at peika á ein vinnara. Tipping: X

07Vestur-Víkingur

Hjá 07Vestur er hetta ein góður møguleiki at fáa samband við liðini omanfyri. Tí vinna teir dystin, so eru bara 4 stig upp til nr. 8. Og tá TB og KÍ fáa fá stig fyri tíðina, so skal møguleikin ikki avskrivast fyri at vinna 4 stig inn seinastu 5 umførini. Men til tað krevst ein sigur í kvøld. Víkingur skal her til at fáa sín fyrsta sigur síðani steypafinaluna. Víkingur er greiður favorittur til hendan dystin. Tipping: 2

Báðir dystirnir byrja kl. 18.00