Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sportigan Cup á Torginum í SMS

Tíðindaskriv

Ert tú í aldrinum 8 til 12 ár og dyrkar tú fótbólt og fótbóltskappingar? So hevur tú nú møguleikan at luttaka í eini spennandi og øðrvísi innandurakapping á Torginum í SMS 27. og 28. september.

Ert tú í aldrinum 8 til 12 ár og dyrkar tú fótbólt og fótbóltskappingar? So hevur tú nú møguleikan at luttaka í eini spennandi og øðrvísi innandurakapping á Torginum í SMS 27. og 28. september.

Trý tey bestu liðini í hvørjum bólki fáa heiðursmerki.

Liðini:

U8

Hjá U8 eru 4 leikarar á vøllinum í senn + ein útskiftari á bonkinum

U10

U12

Hjá U10 og U12 eru 3 leikarar á vøllinum í senn + ein útskiftari á bonkinum

Liðini kunnu vera blandað gentur og dreingir

Skrá:

U10 kappast fríggjadagin 27. September frá kl. 14.00

U8 og U12 kappast leygardagin 28. september kl. 09:00

Tilmelding:

Tað er avmarkað luttøka, so tað ræður um at skunda tykkum at manna lið og melda til. Send ein teldupost til fotbolt@sms.fo og viðmerk navn á liðinum og hvørjum bólki liðið kappast í.

Kostnaður:

200 kr fyri hvørt lið. Skal gjaldast á Torginum áðrenn kappingin byrjar.

Allur peningurin sum kemur inn, fer til U10 hjá HB