Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lopi í sunnara parti av Nærabergi

Oliver Joensen

Hósdagin í vikuni, gjørdi Heri Henriksen, formaður á útróðrarbátinum “Mirjam” okkum varðug við, at eitt ikki so lítið lop var farið í sjógvin ímillum Skálanes og Syðratanga á Borðoynni.

Leygardagin vóru vit ein túr har eysturi og tóku nakrar myndir. Lopið man vera einar 30-40 metrar breitt og nakað tað sama til hæddar.

Kristian Johannesen, ið var á útiróðri sunnanfyri, segði at tá teir vóru har um leiðir fyri 14 døgum síðani, tá var lopið. Hatta er eitt stórt lop heldur Kristian Johannesen og sigur,at eitt hol var beint har inn í bergið, so helst hevur urðin byrgt uppfyri holinum.