Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stuðla bróstunum og renn við…

Guttorm Sørensen

Í morgin verður tiltakið “Stuðla bróstnum og renn við…”í KÍ-høllini. Talan er um eitt stuðulstiltak til frama fyri Bót til Bata. Í bólkinum Bót til Bata sita kvinnur, sum hava verið raktar av bróstkrabba. Bólkurin hevur til endamáls at hjálpa kvinnum, ið hava ella hava havt bróstkrabba. Bólkurin, sum hoyrir undir Krabbameinsfelagnið, hevur 25 ár á baki í 2013.

Stuðlast kann við at keypa startnummar til renningina, sum er ein familjurenning. Meldast kann til á www.renn.fo ella í KÍ-høllini áðrenn kl. 14.00. Startnummar kostar kr. 100 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn. 

Í høllini verður eisini lutaseðlasøla, har nógvir góðir vinningar eru. Eisini verður møguleiki at keypa okkurt. 

Eftir renningina er vatn og frukt til allar luttakarar. Í høllini verður kaffi og kaka at fáa, og harumframt eru ymsir básar eisini.

Allar inntøkur, bæði luttøkugjald, gávur og lutaseðlasøla, fara óskerdar til Bót til Bata.

Skráin er hendan:

12.30 Høllin letur upp
13.00 Tónleikur
13.30 Setan – Annika Olsen, landstýriskvinna
13.45 Felags upphiting í høllini – Jóngerð Biskopstø
13.55 Farið verður til start
14.00 Renningin byrjar – Karsten Hansen, landstýrismaður
15.00 Heilsukanning
-blóðsukur, blóðtrýst, lungakapasitet
15.00 Linedansur – Áshild Kjærbo
15.30 Team Rynkeby Føroyar – Tummas Joensen
16.00 Tónleikur – Hans Andrias Jacobsen
16.30 Lær at kanna tíni bróst
17.00 Lutakast um vinningar