Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Botndysturin í 1.deild hevur ongan týdning

Jákup Ósá

1.deildarliðini hjá KÍ og TB spæla í dag kl. 17.15. At síggja til er talan um týðandi botndyst, men soleiðis er ikki í veruleikanum.

Støðan í botnstríðnum í 1.deild er tann, at KÍ liggur nr. 7 við 29 stigum og nakað verri málúrtøku hevur EB/Streymur á 8.plássi. Síðani er TB undir strikuni við 27 stigum, meðan B71 er aftast við 18 stigum og er farið niður í 2.deild, nú tvey umfør er eftir at leika í 1.deild.

KÍ møtir TB í dag. Hesin dysturin hevði eftir vanligum umstøðum havt stóran týdning, tí tapandi liðið hevði møguliga verið ávegis í 2.deild. Men tá vit hyggja eftir støðuni í Effodeildini, so ávirkar hon eisini 1.deild í hesum føri. Tí nú einans KÍ og TB kunnu flyta niður úr Effodeildini, so flytir teirra næst besta lið eisini niður úr 1.deild, tí lið kunnu sjálvsagt ikki hava tvey lið í 1.deild.

1.deildardysturin millum KÍ og TB byrjar kl. 17.15 í Klaksvík.

Harleywoodpaint