Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan og Kyndil leygardagin

John William Joensen

Leygardagin fáa kvinnurnar hjá Stjørnuni vitjan av Kyndli. Kyndlakvinnurnar verða mettar at verða millum favorittarnar til meistaraheitið. Liðið hevur ment seg nógv seinnu árini, og seinasta kappingarár vóru tær í fm-finaluni, har tær tó máttu lúta fyri Neistanum.

Seinasta vikuskifti leiktu tær móti júst Neistanum, og úrslitið gjørdist javnleikur 15-15.

Kyndil má metast av vera favorittur til at vinna dystin leygardagin. Stjørnan er í holt við at byggja ein nýtt lið upp, og tað tekur tíð, men stjørnuleikarnir hava gott mót undan dystinum móti Kyndli. Næstseinasta vikuskifti vunnu tær heldur óvæntað á VB, og sum Una Váðklett liðskipari segði við Kringvarpið eftir dystin, so er stór útskifting farin fram á liðnum, nógvir ungir evnaríkirleikarar eru komnir til, og hon helt, at tær høvdu staðið seg væl. Men royndirnar eru ikki tær stóru, og tað kann blíva ein trupuleiki. Hon helt tó, at rætti vegurin fram er, at geva ungu leikarunum møguleikan, soleiðis at tær kunnu mennast. Una ivaðist ikki í, at liðið, við tí góða hugburi og stríðsvilja tær vístu í dystinum móti VB, kann geva einum og hvørjum liði harða mótstøðu.

Dysturin leygardagin byrjar kl. 15:00