Grein 266b er fyribyrgjandi og hevur seinastu árini lyft føroyska kjakið um samkynd á eitt nógv hægri støði. Kortini eru kúgandi og hatursfullar útsagnir ikki heilt reinsaðar úr almenna rúminum. Háðandi og niðurgerandi viðmerkingar, sum eitt nú Jenis av Rana stendur á odda fyri, hoyra nú til undantakið heldur enn regluna í kjakinum um samkynd. Hetta er m.a. 266b fyri at takka, sigur LGBT Føroyar
Grein 266b er fyribyrgjandi og hevur seinastu árini lyft føroyska kjakið um samkynd á eitt nógv hægri støði. Kortini eru kúgandi og hatursfullar útsagnir ikki heilt reinsaðar úr almenna rúminum. Háðandi og niðurgerandi viðmerkingar, sum eitt nú Jenis av Rana stendur á odda fyri, hoyra nú til undantakið heldur enn regluna í kjakinum um samkynd. Hetta er m.a. 266b fyri at takka, sigur LGBT Føroyar
Seinastu árini eru Føroyar broyttar nógv, hugburðurin til samkynd er broyttur, og LGBTarar eru blivnir ein nógv størri og sjónligur partur av samfelagnum. Hetta sæst aftur í Gallup kanningum, sum vísa, at 68% taka undir við, at tvey av sama kyni skulu kunna at gifta seg borgarliga.
“Tey umleið 6.000 fólkini, sum árliga ganga lið um lið við okkum á Faroe Pride, eru eisini eitt sjónligt prógv um, at vit ikki stríðast einsamøll fyri einum tollyntum og fjølbroyttum samfelagi. Eisini í okkara gerandisdegi sum LGBTarar í Føroyum merkja vit, hvussu samfelagið rúmar, viðurkennur og góðtekur okkum á jøvnum føti við onnur. Nú manglar bert at fáa tey formligu rættindini upp á pláss, men tað fer eisini at koma. Og tað er her okkara orka og virkishugur í rørsluni liggur”, sigur Sonja Jógvansdóttir, nevndarlimur í LGBT Føroyar.
LGBT Føroyar meta, at úttalilsini hjá Jenis av Rana, løgtinglimi, í Dagbladet Information, hósdagin 24. oktober 2013 eru misvísandi, niðurgerandi, eyðmýkjandi og bygd á óvitan og ivasama vísind og fakta. Tá er talan bæði um samandráttin í blaðnum og langa svarið til sama danska blað, ið varð kunngjørt seinni í føroysku miðlunum.
“Í slíkum førum kann tað vera freistandi at royna lógina, sum okkara mongu limir, teirra avvarandi og okkara ótrúligu stuðlar, hava bartst ein so harðan, langan og dýran bardaga fyri at fáa setta í gildi í Føroyum”, sigur Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyar.
Eftir at hava umhugsað støðuna gjølla, er nevndin í LGBT Føroyum tó samd um, ikki at melda Jenis av Rana fyri brot á grein 266b. Um fútin metir, at orsøk er at fara víðari við málinum, so stuðlar LGBT Føroyar hansara avgerð.
Nevndin sigur seg ikki ynskja at brúka meira tíð og orku til Jenis av Rana og hansara hugsan um dygdina av lívinum hjá samkyndum og LGBTarum annars.
“Tað er ein spennandi tíð fyri framman, nú hjúnarbandslógin um stutt bil verður løgt fyri løgtingið. Tað er har, vit fara at leggja alla okkara orku. Hetta merkir ikki, at vit góðtaka tað Jenis av Rana sigur, ella at vit ikki vilja brúka grein 266b, tí hon er neyðug, og hevur longu víst sítt virði”, sigur nevndin í LGBT Føroyar.
“Okkara stríð er størri og týdningarmiklari enn háðandi útsagnirnar hjá Jenis av Rana nakrantíð vera. Jenis umboðar ein lítlan minniluta í Føroyum, og fer ikki at kunna steðga tí broyting, sum er ávegis. Fyri hvønn niðrandi Jenis eru 10 tals stuðlandi, tað er tað, sum hevur týdning fyri okkum, og tað er tað, sum fer at mynda okkara samfelag í framtíðini.” Sigur ein samd LGBT Føroyar nevnd.




