Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Siglandi arvurin vakti áhuga

Txt. og myndir: Dávur Winther

Hópin av fólki høvdu leitað sær í Skúlan við Ósánna í gjárkvøldið, tá ið Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð, ið Óli Olsen fyrrverandi sjómansskúlalærari hevur skrivað, varð løgd fram.

Fólk av Sandi, Tórshavn og vítt um úr Eysturoynni vóru millum tey mongu, sum vildu vera við til løtuna, har greitt varð frá føroyskum træskipasmíði frá elstu tíð til okkara dagar.

17 Sangarar byrjaðu og gjørdu løtuna serliga hábærsliga við sínum frálíka sangi. Eisini vórðu sungnir tveir felagssangir.

Av tí at ummælarin, sum stóð á skránni, Thormund Johannesen, skipsverkfrøðingur, hevði fingið forfall, varð Tórður Mikkelsen, tíðindamaður, í skundi biðin um at taka sær av hesum leikluti. Hann hevði tó fingið so nógv skrivað tilfar frá Thormundi, at hann las hetta upp.

Thormund greiddi frá, hvussu hópin av gomlum myndum, sum savnaðar vórðu á Mest, gjørdust byrjanin til hesa bók, har Óli hevði valt at halda seg til træskipini.

Ja, tat er at undrast á, at í tíðarskeiðnum 1900-1940 eru um leið 250 motorbátar smíðaðir í Føroyum – hesum boðar áhugaverd skrá frá aftast í bókini.

Óli greiddi frá savningararbeiði sínum til bókina – og legði afturat, at uttan mongu skilagóðu heimildarfólkini, hann hevði verið í sambandi við, hevði eingin bók verðið. Hann takkaði heimildarfólkum sínum, stuðlum og frálíka samstarvinum við Palla Skorheim, grafikara, sum hegnisliga hevði sett upp og greitt bókina til prentingar.

Enn eitt klípi er lagt aftur at søgu okkara við hesi snotiligu bók – Tó var Thormund so bersøgin at siga, at Óli átti at fingið trý ára starvsløn at skriva søguna um stálskipini, smíðað í Føroyum eisini.

Dávur Winther

Mentanarleiðari