Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÚR SAVNINUM: Eg sat einsamøll í skriðuni á Leitinum

John William Joensen

Norðlýsið Fríggjadagin 17. September 2004: Marjun á Høvdanum, var á veg til hús beint sum skriðjan leyp og rendi seg fastan: Viðingar eru so vanir við vegin inn í Sund, verður sagt, men eftir skriðjulopini í dag, er væl øllum greitt at vegurin er lívshættisligir.

Norðlýsið Fríggjadagin 17. September 2004:

Marjun á Høvdanum, var á veg til hús beint sum skriðjan leyp og rendi seg fastan

Viðingar eru so vanir við vegin inn í Sund, verður sagt, men eftir skriðjulopini í dag, er væl øllum greitt at vegurin er lívshættisligir.

Rendi seg fastan

25 ára gamla Marjun á Høvdanum, sum dagliga starvast í dagstovninum, Sodnhúsinum, í Klaksvík koyrir dagliga eftir vegnum um Leitið. Men heimtúrurin í sunnumorgunin fara hon og foreldur hennara nokk ongantíð at gloyma.

– Tað oysti niður, ja tað kendist sum stóð onkur og spulaði inn á forrútin, greiður Marjun frá.

– Skal seg siga sum er so minnist eg ikki heilt greitt tað sum fór fram, men sum eg eri komin niðan á Leiti føli eg smásteinar undir bilinum og royni at bremsa.

– Bilurin glíður og eg endaði í einari grótrúgvu sum gongur tvørtur um vegin.

– Eg royndi at bakka bilin leysan men tað bar ikki til. Eg sá hvussu vatni floymdi oman móti bilinum og eisini hoyrdi eg smásteinar rulla mót bilinum.

– Eg má viðganga at eg fór eitt sindur í panikk og royndi at ringja til hús.

– Men tað gekk ein løta áðrenn nakar svaraði og henda løtan kendist sera long.

– Eg fekk fatur á pápa og segði hvar eg var.

– Síðani var bara eitt at gera og tað var at bíða og tað løtuna sum tað tók hjá pápa at koyra av Viðareiðis kendist sera long og tankarnir flugu gjøgnum høvdið.

– Tá hann so kom fram skundaði eg mær gjøgnum skriðjuna og inn í bilin. Vit noyddust eisini at skunda okkum heim, tí allastaðir har vit koyrdu sóu vit steinar og smágrót sum bóru boð um at aðrar skriðjur vóru á veg.

Má aftur um Leitið

Spurd um hon aftur fer at koyra eftir Viðareiðisvegnum, sigur hon at tað noyðist hon.- Eg arbeiði inni í Klaksvík og tí havi eg einki val, men eg má siga sum er at tað kennist ikki væl at skula koyra eftir hesum lívshættisliga vegi.


Karl á Høvdanum Andreasen: Dóttirin rópti neyðarróp í telefonini

Karl á Høvdanum, var vaktur tá dóttirin ringdi úr bilinum sum stóð fastur í skriðjulopinum

– Eg haldi at kl. var umleið 4:40 tá telefonin ringdi og Marjun var í hinum endanum.

– Tankarnir flugu gjøgnum høvdið tá hon greiddi frá at hon sat føst í einum skriðjulopi á Viðareiðisvegnum og bað um hjálp.

– Eg bar skjótt at og avtalaði við hana um at hon skuldi halda seg í bilinum til eg kom til hennara.

– Eg legði til merkis at tað regnaði nógv meiri sum eg nærkaðist Leitinum enn tað gjørdi á Viðareiði.

– Á vegnum koyrdi eg eisini framvið smærri og størri steinum og at enda stóð eg frammanfyri stóra lopinum.

– Tá eg sá hvussu skilið var má eg siga at hon var heppin, tí hon var fangað í eini fellu. Um hon hevði megnað at fingið bilin leysan so slapp hon ongan veg tí skriðjan var eisini á vegnum aftan fyri bilin.

– Tíbetur endaði alt gott, men tað er eingin ivi um at vit hava øll fingið ein skelk greiðir Karl frá.

Politikarar eiga at vaknað

Karl á Høvdanum greiðir frá at tey eru fýra fólk í húsi og trý brúka vegin hvønn dag til arbeiðis.

– Vit hugsað altíð um skriðjulop tá vit koyra.

– Fyrr var tað serliga um veturin at ein hevði ampa. Tá kavi hevði liði í fjøllunum og tað toyggjaði so visti ein at gilini kundu leypa, men í dag er næstan ikki dagur at ikki okkurt gróti liggur á vegnum.

– Eg haldi at politikararnir eiga at vakna og eg haldið at Viðareiðisvegurin er ein deyðsfella allur sum hann er.

– Tey 25 árini eg havi koyrt dagliga á vegnum hevur als eingin broyting verið.

– Ofta hevur verið tosað um at tryggja fjallasíðuna, men nú er tíðin komin til at politikarar vaknað og syrgja fyri at okkurt munagott verður gjørt áðrenn ein vanlukka hendur, sigur Karl á Høvdanum.